Ymiskir merkisdagar

80 ára føðingardagur
Mánadagin 10. oktober fyllir Gretha Jørgensen í Miðvági 80 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Grethu eru vælkomin til ein drekkamunn hjá soninum Jón, norður í Heiðum millum kl. 9.30 og 15.00.

90 ára føðingardagur
Mikudagin 12. oktober fyllir Emma Bech, Porkeri, 90 ár. Høvi verður at heilsa uppá Emmu á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi mikudagin millum kl. 14.00 og 17.00.

Brúdleyp
Leygardagin 1. oktober giftust Óluva Samuelsen, Haldórsvík og Virgar Fagraklett, Kollafjørður.

Hósdagin 6. oktober giftust Gudny av Húsabrúgv, Velbastað og Regin Hansen, Hoyvík. Tey eru burturstødd.

Í dag, 8. oktober kl. 13.00 giftast í Kollafjarða kirkju Marjun Hansen, Kollafjørður og Høgni Sloan Justesen, Kaldbak.

Gullbrúdleyp
Í dag, 8. oktober kunnu hjúnini Marta og Páll Østerø av Trøllanesi halda gullbrúdleyp. Vælkomst verður í Bygdarhúsinum í Leirvík frá kl. 15.00 til 17.00.