Ymsar vóru lagnurnar hjá dreingjunum

Í nítiárunum var Take That størsta boybandið yvirhøvur. Síðani dreingirnir fóru hvør til sítt í 1996 er tað ógvuliga ymiskt, hvat teir hava tikið við ? og tað er eisini ógvuliga ymiskt, hvussu væl tað hevur gingist teimum.

 

Robbie Williams ? problembarnið í bólkinum ? hevur sum tann einasti megnað at bygt víðari á fólkatokkan, hann vann sær sum harði drongurin í Take That. Hansara yrkisleið sum solistur hevur gingið einastandandi, meðan øðrvísi hevur verið hjá hinum.

 

Gary Barlow, forsangarin í Take That, endaði meiri ella minni í eini depressjón, eftir at tað ikki eydnaðist honum at sláa ígjøgnum sum einstaklingur og fekk sekkin frá plátufelag sínum.

Mark Owen gav eisini eina fløgu út einsamallur, sum ikki fekk góða móttøku og fekk síðani trupulleikar við rúsdrekka. Rúsdrekkatrupulleikan var hann eisini í viðgerð fyri, meðan bólkurin innspældi nýggju fløguna.

Heldur ikki Howard Paul Donald og Jason Orange megnaðu at skapa sær eitt navn einsamallir sum sangarar. Howard hevur roynt seg sum diskara, og gjørdist eisini hampiliga væl umtóktur í Týsklandi, meðan Jason royndi seg sum sjónleikara uttan at eydnan var við honum. Tí gjørdi hann av at fara á lærdan háskúla, har hann millum annað hevur lisið sálarfrøði og lívfrøði.

 

Nú eru allir fimm tó saman aftur og við fløguni Progress, sum kom út í november og við fleiri konsertum fyri framman, sær alt næstan út sum í gomlum døgum hjá teimum.