Yngru steypafinalurnar verða seinnapartin

Sannur steypadagur verður í høllini á Hálsi í Havn í dag, tá tey yngru liðini tørna til.

 

Liðini sum eru komin í steypafinalurnar í teimum yngru deildunum, sleppa eins og tey vaksnu liðini í steypafinalunum ígjár at spæla á einum veruligum hondbóltsundirlagi.

 

Havnafeløg eru í øllum 8 finalunum. Kyndil er umboðað í fimm steypafinalum, H71 í fýra og Neistin í trimum. Tjaldur er umboðað í tveimum finalum, og VÍF er umboðað í tí einu finaluni.

 

Steypafinalurnar í teimum yngru deildunum verða hesar :

 

Kl. 12.50 : Neistin-StÍF (G 10)

 

Kl. 13.35 : H71-Tjaldur (D 10)

 

Kl. 14.20 : Neistin-Kyndil (G 12)

 

Kl. 15.15 : Kyndil-Tjaldur (D 12)

 

Kl. 16.10 : Kyndil-Neistin (G 14)

 

Kl. 17.20 : H71-VÍF (D 14)

 

Kl. 18.30 : H71-Kyndil (G 17)

 

Kl. 19.45 : Kyndil-H71 (D 17)

 

Atgongumerki fyri vaksin kosta 50 krónur. Børn sleppa ókeypis inn.