Miðalaldurin á føroyingum er 38,9 ár.
Tað vísir eitt yvirlit, sum Umhvørvisstovan hevur gjørt fyri, hvussu gamlir føroyingar eru.
Úrslitið er eitt sindur óvæntað.
Vanliga verður hildið, at eldri fólk eru yvirumboðað í útjaðaranum, meðan ungfólkið savnast á teim stóru plássunum.
Men veruleikin er ikki heilt so einfaldur, sigur umhvørvisstovan
Tað pláss í landinum, sum hevur lægsta miðalaldurin er Stóra Dímun, har miðalaldurin er 25,7 ár. Síðan koma størri plássini Nes í Eysturoy við einum miðalaldri á 30,3 ár og Hoyvík, har miðalaldurin er 31,4 ár.
Felags fyri bygdir, har miðalaldurin er høgur, er, at talan er um smáar bygdir. Hægsti miðalaldurin er í bygdunum Hellunum, har miðalaldurin er 64,9 ár, og í Elduvík, Hesti, Gjógv og Gásadali.
Fyri alt landið er miðalaldurin 38,3 ár, men talið skiftir nógv fyri ymsu bygdirnar. Munurin á bygdunum við ávikavist lægsta og hægsta miðalaldrinum er næstan 40 ár.
Bygdir, har tað búgva færri enn 5 fólk, eru ikki við í yvirlitinum. Talan er um bygdirnar: Koltur, Depil, Múli, Sund, Nesvík og Norðtoftir.
Men yvirlitið vísir, at summa staðni í útjaðaranum er miðalaldurin høgur. Tað ger seg galdandi í smærru kommununum í Suðuroy og Sandoy, eins og í norðasta enda av Streymoynni og Eysturoynni.
Á flestu útoyggjum er miðalaldurin eisini høgur, undantikið Stóra Dímun, sum hevur lægsta miðalaldurin í øllum landinum.
Myndin er av hellunum, har miðalaldurin er tann hægsti í landinum
Lægsta miðalaldurin finna vit av nátúrligum ávum í Hoyvík, í Kaldbak og á Velbastað, har nógvar ungar familjur hava sett búgv tey seinastu árini.
Meira óvæntað er tað kanska, at Nes, Æðuvík, Lamba og Saltangará hava ein lágan miðalaldur. Somuleiðis er líkt til, at Hvalvík, Norðskáli, Viðareiði og Norðoyri eru støð, har fleiri barnafamiljur dáma at búgva.