Ynskir at gera hugskot síni livandi

Nú kenna flest føroyingar navnið Simona Midjord. Men fyri kappingina 650 orð í morgunsendingini í Kringvarpinum var navnið meir ókent

Nú kenna flest føroyingar navnið Simona Midjord. Men fyri kappingina 650 orð í morgunsendingini í Kringvarpinum var navnið meir ókent. Hesin vetrartátturin gekk út uppá at senda inn stuttsøgur, sum síðani vórðu eftirmettar av rithøvundanum Rakel Helmsdal.  

 

Simona sendi inn stuttsøgur seks ferðir, og tríggjar tær fyrstu ferðirnar átti hon besta tekstin. Síðani varð kappingin broytt soleiðis at tríggir teir bestu tekstirnir vórðu lisnir upp, ístaðin fyri bert tann eini, og tá vóru hennara tekstir hon tvær ferðir millum teir upplisnu. Sostætt sendi hon inn seks ferðir og varð lisin upp fimm ferðir. Eini teksturin "lærarinnan" hóskaði seg betur at verða upplisin um kvøldið, tá børnini ikki hoyra, varð Simonu fortalt.

 

Stórsta avbjóðingin við hesum vetrartáttinum, sigur Simona verða at hava søgu sína lisna upp tríggjar ferðir sum besta søga, og síðani ikki at verða lisin upp sum fyrsta val.

 

-Tað setur beinanvegin tankar í gongd, har man setur spurnartekin við tað man hevur skrivað. Tað ger samstundis, at man reflekterar og lesir tekstin ígjøgnum einaferð ov nógv, letur hann hvíla til dagin eftir, tekur hann fram aftur og gevur sær stundir at gera hann betur. Tað er læruríkt, samstundis sum man ilskast inná seg sjálva, hví man ikki gav sær betri tíð. Avbjóðingin er, at lýsa tað tú vil fortelja, so livandi sum í tínum egna hugaheimi, sigur hon.

 

Simona byrjaði at skriva tá hon fekk sína fyrstu dagbók. Hon greiðir frá, at sum tannáringur skrivaði hon nógv stikkorð, tankar, og hugskot til longri søgur. Í 2010 sendi hon tilfar inn til "mín jólabók, og átti tá adventssøguna í fýra pørtum. Sama ár fór hon á skriviskeið hjá Rakel Helmsdal, og yvirvann tá óttan fyri at lesa tekstir sínar upp fyri øðrum, sigur hon.

 

Simona sigur at hon ynskir inniliga at kunna skriva fyri løn, og gera hugskotini hon hevur livandi.

 

- At vita at tað er havi evnað til hevur águga fyri onnur, bæði her heima men eisini uttan fyri landoddarnar. Eg ynski at sleppa at fortelja góðar søgur, so einkult er tað, sigur hon.