– Asfaltverkið á Sundi skal flytast.
Tað halda tey í Áhugafelagnum fyri Kaldbaksfjørð, sum er eitt áhugafelag fyri tey, sum búgva á Sundi, í Kaldbaksbotni og í Kaldbak.
Nú verkið hevur verið so nógv umrøtt, hevur felagið viðgjørt støðuna, og úrslitið er, at tey eru hart ímóti, at eitt asfaltverk yvirhøvur er á Sundi, tí tað kann ikki góðtakast úr einum umhvørvisligum sjónarhorni.
Í reglunum í Danmark staðfestir Skov- og naturstyrelsen, at eitt minni asfaltverk er í virkisbólki 6, sum krevur, at tað skal vera minst 600 metrar frá bygdum øki. Eitt størri asfaltverk skal vera minst 700 metrar frá bygdum øki.
Eitt asfaltverk ávirkar umhvørvið tí har er tung ferðsla, luftin verður dálkað, spillvatnið er ein dálkingarvandi og skaðilig evni seyra kunnu niður í undirgrundina.
– Asfaltverkið á Sundi er minni enn 50 metrar frá garðinum á Sundi, har húskið dagliga hevur merkt neiligu avleiðingarnar frá asfaltframleiðsluni.
– Harafturat liggur verkið beint niðan fyri Kaldbaksfjarðarvegin, sum er vegurin við mest ferðslu í landinum
– Øll á hesum vegi skulu koyra gjøgnum royk og bitlar frá asfaltverkinum, sigur Áhugafelagið.
– Hinumegin fjørðin, einar 850 metrar frá asfaltverkinum, liggur býlingurin á Fløtum í Kaldbak. Eisini hann liggur oman fyri toppin á skorteininum á asfaltverkinum og fólk í Kaldbak merkja eisini neiligu avleiðingarnar frá asfaltverkinum.
– Tá asfaltverkið skuldi reisast á Sundi, fekk Sundsgarður málið til hoyringar. Jákup Bærentsen, bóndi og lívfrøðingur, útvegaði sær nógv tilfar um asfalt og virksemi á einum asfaltverki.
– Hann mótmælti ætlanini og var á fundi við Tórshavnar kommunu og landsmyndugleikar, men tað var sum at sletta vatn á gás, sigur felagið.
– Kaldbaksnevndin fekk ikki málið til viðgerðar, áðrenn asfaltverkið varð sett upp. Hinvegin vísti Tórshavnar kommuna á, at nevndin hevði góðtikið nakrar broytingar fleiri ár frammanundan, sum vístu seg at heimila dálkandi virksemi.
– Tá Tórshavnar kommuna – ímóti fólkaviljanum við Kaldbaksfjørð – legði eitt stórt grótkast eystan fyri Sundsá, legði talskvinnan hjá býráðnum dent á, at kommunan hevði eina ætlan um at gera eitt grønt vinnuøki.
– Hvørki tá, ella nú, er henda grøna ætlanin hjá býráðnum í samljóð við tann veruleika at hava eitt asfaltverk í økinum.
– Áhugafelagið fyri Kaldbakfjørð heitir á Tórshavnar kommunu um at forða fyri, at virksemið á asfaltverkinum verður tikið upp aftur, ella at eitt nýtt asfaltverk verður reist á Sundi, soleiðis Tórshavnar kommuna kann lúka ætlan sína um eitt grønt vinnuøki.
– Hetta kann Tórshavnar kommuna eisini gera við ikki at endurnýggja leigusáttmálan, sum skuldi fara út gildi í 2024.
Í orðaskiftinum um dagarnar er nevnt, at tað hevur ávísan týdning, at eitt asfaltverk liggur nærhendis sjóflutningsmøguleikum.
Áhugabólkurin vísir á, at á Glyvusnesi er stórt hol sprongt, sum væl kann hýsa einum asfaltverki.
Tað er langt frá bygdum øki og fer at skemma náttúrun. Og harafturat er ein spunskei við Gulan, sum lættliga kann riggast til at taka ímóti gróti regluliga, sigur Áhugafelagið.