Í gjár bleiv avtala undirskrivað millum donsku og føroysku stjórnina um at lata ein radara byggja í Føroyum.
Men stendur tað til Framsókn og Tjóðveldi, so verður einki samstarv millum Danmark og Føroyar um at byggja ein radara.
Tað ætla teir báðir Bjarni Kárason Petersen (F) og Høgni Hoydal (E) í øllum førum at virka fyri, um teir koma í stjórn.
– Hendan avtalan er einki verd. Vit fara ongantíð at góðtaka hetta. So nei, vit í Tjóðveldi ætla okkum ikki at sleppa hesum málinum, sigur Høgni Hoydal.
– Eg fari at gera alt fyri, at málið verður tikið uppaftur eftir eitt val, soleiðis at hetta málið vendir rætt, tá ið málið er avgreitt, sigur Bjarni Kárason Petersen.
Avtalan, sum bleiv undirskrivað í gjár, er ikki bindandi, og tí vóna teir at kunna fáa hesa avtaluna av borðinum aftur.
Tað eru í høvuðsheitum tveir trupulleikar, teir báðir andstøðutinglimirnir hava við avtaluni, sum bleiv undirskrivað í gjár. Tað fyrsta er, at teir síggja tað sum brot á fólkaræðið, at landsstýrið ikki lat avgerðina um radaran til løgtingið at taka. Hitt er, at teir ikki vilja hava ein danskan radara, men heldur eina føroyska radaraloysn, sum føroyingar sjálvir samráðast við NATO um.
Tjóðveldi og Framsókn vilja tó ikki fara so langt sum at siga, at tað verður eitt beinleiðis krav frá teimum at broyta ella avtaka avtaluna um radaran fyri at fara í eina komandi stjórn - til dømis við Javnaðarflokkin.
– Tað hava vit ikki viðgjørt enn. Men tað er í hvussu er púra avgerandi, at vit ikki lata hetta fara framvið borðinum, sigur Høgni Hoydal og vísir á, at hetta í øllum førum verður partur av samgongusamráðingum.
Tað sama meinar tingmaðurin fyri Framsókn.
– Hetta er somikið tungtvigandi fyri meg, at tað má við til eina samráðing, sigur Bjarni Kárason Petersen.
Teir skulu tó ikki rokna við, at Javnaðarflokkurin fer at ganga teirra ynskjum á møti í einari møguligari stjórn - les meira um tað HER.
Umhugsa at kæra Jenis
Høgni Hoydal og Bjarni Kárason Petersen umhugsa harumframt at kæra landsstýrismannin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, til landsstýrismannanevndina.
Teir meina ikki, at landsstýrismaðurin hevur havt alla heimild upp á pláss fyri at gera avtalu við donsku stjórnina um at seta hernaðarútgerð upp í Føroyum, og nú vilja teir fáa greiðu á, um hetta hevur verið brot á stýrisskipanarlógina.
LES EISINI: Nú er andstøðan heldur ikki samd: – Tað er veruleikafjart