Ynskja meiri missión í samkomurnar

Í løtuni verður arbeitt við at fyrireika samfelagsstevnuna á Skálafjørðinum, sum hesa ferð fer at snúgva seg um missión.
Páskastevnan byrjar 5. og endar 8. apríl, og verður hildin í ítróttarhøllini í Runavík.

Hesa seinastu tíðina hava umboð fyri tær fýra brøðrasamkomurnar á Skálafjørðinum arbeitt við at fyrireika páskastevnuna.
Umboð fyri samkomurnar í Nerija á Skála, Elim í Søldarfirði, Berøa í Saltangará og Nebo á Toftum hava gjørt av, at páskastevnan burturav skal snúgva seg um missión.
Málið við stevnuni er at kunna um og harvið økja um tilvitanina í samkomum og millum einstaklingar um missión.
- Tað snýr seg sjálvandi um hjørtuni. Spurningurin fer at verða reistur, hvussu samkomur og einstaklingar enn betri kunnu vera við til at økja tann stóra partin av samkomuvirkseminum, sum eigur at snúgva seg um trúboðan, verður sagt.
Tey, sum manna bólkin, ið fyrireikar stevnuna, eru Jens Olsen, Anita Tausen, Dánial í Skemmuni, Jens Bech og Símin í Túni.

Framsýning um missión
Hóast nakað væl er enn til tiltakið verður, eru fyrireikingarnar longu komnar so langt, at høvuðstalarin er fingin til vega.
Óhugsandi er haraftrat ikki, at onkrir av føroysku trúboðarunum, sum arbeiða uttanlands fara at vera á stevnuni.
Høvuðstalari í ár verður Paul McIlwain úr Australia. Hann er ein av høvuðsábyrgdarmonnunum hjá felagsskapinum New Tribes Mission (NTM) í Australia. Hann er haraftrat limur í alheims aðalnevndini í felagsskapinum, har Óli á Grømma úr Klaksvík er formaður.
Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at hann vitjar Føroyar. Fyri fáum árum síðani vitjaði Paul McIlwain her saman við Óla á Grømma og fleiri øðrum umboðum fyri NTM.
Í 2001 var stór missiónsframsýning í ítróttarhøllini í Runavík. Millum tjúgu og tredivu stovnar, felagsskapir og átøk, sum vóru sprottin av samkomuvirkseminum kring landið, sýndu fram. Fyri mong var hetta ein stórur íbirtari og kveikjari, bæði fyri tey, sum høvdu ábyrgd av tiltøkunum, og tey sum vitjaðu.
Hesa ferð hava fyrireikararnir leigað eitt stórt telt, sum verður sett upp við síðuna av ítróttarhøllini. Í teltinum verða fleiri av tiltøkunum, soleiðis at fólk kunnu geva sær góðar stundir at vitja framsýningina, uttan at tað fer at órógva tiltøkini.