Ynskja sær skaðanevnd at kanna ferðsluvanlukkur

Tað gera vit, tá talan er um vanlukkur á sjónum, tá talan er um flogvanlukkur og um arbeiðsvanlukkur. Hetta áttu vit eisini at gjørt í ferðsluni, heldur stjórin í Ferðslutrygd

Ingi Gunnarsson, fyriskipari, Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ferðslutrygd, og Jón Kragesteen, fyrrverandi stjóri í Ferðslutrygd

Í morgun løgdu Ingi Gunnarsson og hjálparfólk hansara 289 blómutyssi á Tinghúsvøllin at minnast tey, sum eru deyð í ferðsluni í Føroyum síðani fyrstu ferðsluvanlukkuna, sum kravdi mannalív var á Leirvíksvegnum tann 2. september í 1928. Síðani tá eru 289 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum.

 

Tað var Ingi Gunnarsson, sum tók stig til siðin at leggja blómutyssi á tey støð á veganetinum í Føroyum, har fólk eru deyð í ferðsluni. Hann hevur øll árini fingið hjálp frá Ferðslutrygd, hóast ferðslutrygd ikki hevur verið fyrireikari.

 

Ingi Gunnarsson hevði sjálvur verið við í álvarsamari ferðsluvanlukku, og vildi tí gera hendan minningardagin fyri at virða tey, sum farin eru – og ikki minst fyri at fyribyrgja teimum syndarligu ferðsluvanlukkunum, sum hava kravt so mong mannalív.

 

Á samkomu í morgun fyri teimum, sum hava hjálpt Inga Gunnarsson hesi árini segði Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri á Ferðslutrygd, at hetta er ein vakur siður, sum hon vónar fer at halda fram.

 

– Tað er týdningarmikið at vit minnast. Tað er so skjótt at gloyma. Vit kenna tað øll, at vit ógvast og eru kedd, tá vit lesa um hesar vanlukkur í miðlunum. Men vit gloyma tað skjótt. Men tað tey ikki, sum tað rakar, segði hon.

 

##med2##

 

Hon helt tað vera sera vakurt at síggja Tinghúsvøllin við øllum blómunum, hóast tað ikki sæst líka væl um alt landið.

 

– Eg vóni, at minningardagurin kann halda fram, tí fólk hava tikið hann til sín. Tíbetur er tað nú longri ímillum blómurnar – millum vanlukkurnar, segði hon.

 

– 289 fólk ljóðar nógv, og tað er nógv. Tað er ein stór bygd í Føroyum, segði Lovisa Petersen Glerfoss. Hon lýsti eisini vanlukkurnar við hagtølum:

 

Tað var serliga í 80'unum, at nógv fólk doyðu í ferðsluni í Føroyum. Tí hetta tíggju ára skeiðið doyðu 86 fólk í ferðsluni í Føroyum. Flestu teirra ungir menn um 20 ára aldur – og ofta fleiri í somu vanlukku.

 

Í 90'unum doyðu 46 fólk.

 

Í 00'unum doyðu um 30 fólk.

 

Í 10'unum doyðu 22 fólk.

 

– Hvør einstakur av hesum er ein ov nógv, legði Lovisa Petersen Glerfoss dent á. Hon segði eisini, at tað er eitt sindur meira enn tvey ár síðani seinastu vanlukkuna, sum kravdi mannalív.

 

##med3##

 

Hon vísti á, at tá tey eru á norðurlenskum ferðslufundum, so hava Føroyar ligið alt ov ovalaga. Men at tølini eru dalað. Hon segði, at fyri 2020 eitur tali 2,2 deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Tá er tað eitt miðal tal yvir fimm ár.

 

Noreg er best fyri í so máta, og har eru tølini minkaði nógv, og liggur miðaltalið undir 2. Hon segði eisini, at korona eisini hevur merkt, at talið av ferðsluvanlukkum úti í heimi er minkað nógv. Í Noreg var talið av deyðsvanlukkum í fjør á sama støði sum í 1947 og var fyri fyrstu ferð í mong harrans ár undir 100.

 

Hon segði eisini, at Evropiska ferðslusamstarvið hevur boðað frá, at talið á deyðum í ferðsluni í fjør varð lækkað 17 prosent. Og tað svarar til 4.000 fólk færri, sum eru deyð í fjør í mun til árið fyri.

 

Men tað stóra ynskið hjá Ferðslutrygd er at fáa eina skaðanevnd, har serkøn fólk út í æsir kunnu greina, hví ferðsluvanlukkan hendi.

 

– Hetta gera vit, um talan er um vanlukkur á sjónum, tá talan er um flogvanlukkur og um arbeiðsvanlukkur. Hetta áttu vit eisini at gjørt í ferðsluni. Hetta gera øll onnur lond, og tað eiga vit eisini at gera, segði Lovisa Petersen Glerfoss.

 

Ingi Gunnarsson, fyriskipari, Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ferðslutrygd, og Jón Kragesteen, fyrrverandi stjóri í Ferðslutrygd

Ingi Gunnarsson og hjálparfólk hansara løgdu 289 blómutyssi á Tinghúsvøllin í morgun at minnast tey 289 fólkini, sum eru deyð í ferðsluni í Føroyum

Síðani fyrstu ferðsluvanlukkuna, sum kravdi mannalív tann 2. september í 1928, eru 289 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum