Lag: Hin signaða dag
Vit kirkjuni ynskja lukku í dag
og øllum vælkomnum vera,
ja, takka so fyri henda stað,
sum øll okkum glað kann gera,
so syngið nú við um alla tíð,
og Gud vil oss styrk tá bera.
Tú stendur nú her í Jesu frið,
mót eystri og vestri fevnir,
sí áin hon liggur nær við lið
og oman í ósan stevnir,
tá sjógvurin ofta speglar tær,
og sólin í suðri brennur.
Tí tú okkum kallar sunnudag,
ja, allar teir dgar stinnar,
Gud gevi, so at vit skilja tað,
og tá tað hjá okkum linnar,
vit oman so til tín leita tí,
at tú okkum styrki innar.
Hon vikast tó ei, hon stendur fast,
og alt tað hon við sær hevur,
Gud gevi tit fáa meiri kraft
av tí, sum her inni gevur,
vit heilsa tær nú við orðinum
á hundrað og fimmti árum.
Hon stendur og heldur klettafast,
um aldan úr havi brýtur
og roynir at geva henni kast,
men stinn móti eystri lítur,
og henni tá gevi nógv góð ár,
um brimið tá máar og slítur.
So takka vit fyri alla tíð,
tú fyrimynd hevur verið
at bera tann boðskap megi í,
Gud gævi tín framtíð beri,
vit ynskja alt gott og lukku tí,
at orð títt má ljóða við gleði.
Nú árið tað líður, fer avstað,
og tindarnir hvítna, líðir,
men kirkjan hon stendur líka fræg
um glampandi stjørnutíðir,
vit leggja nú alt í Harrans hond,
tað tekur at lýsa umsíðir.
HH