Tað er púra greitt, at landsstýrið fer ikki at boyggja seg fyri trerrorvirksemi, sum eitt fakfelag rekur, segði Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum á tíðindafundi í Tinganesi fyrrapartin mánadagin.
Tað er eingin ivi um, at tað stendur í botni í trætuni millum Yrkisfelagið hjá studentaskúla- og HF lærarunum og Landsstýrið.
Um vikuskiftið varð fundur hildin, men einki spurdist burturúr.
Eilif Samuelsen sigur, at Landsstýrið vildi hava málið lagt fyri ein gerðarrætt, soleiðis, at ein skjót avgerð kundi fáast.
Men tað vildi Yrkisfelagið hjá studentaskúla- og HF lærarunum ikki. Heldur ikki vildi felagið ganga við til at seta ein semingsmann, sum kann avgera trætuna.
»Og so er ikki meira at tosa um,« sigur Eilif Samuelsen, landsstýrismaður. »Nú er tað upp til Yrkisfelagið at koma við einum útspæli.«
Eitt mál um pengar
Eilif Samuelsen sigur, at tað tykist, sum málið fyri lærararnar ikki snýr seg um næmingarnar, men um pengar til lærararnar.
»Og teir vita, at næmingarnir hava bæði foreldur, ommur og abbar, sum leggja trýst á Landsstýrið.«
Men hvørgin vil for øðrum lúta, og eingin nýggjur samráðingarfundur er avtalaður í løtuni.
Einvegis lýsing
Á tíðindafundinum mánadagin legði Eilif Samuelsen, landsstýrismaður, fyri við at siga, at eftir hansara tykki hevði málið mest verið lýst frá aðrari síðuni. Teirri hjá lærarunum.
Tí hevði hann kallað til hendan fundin til tess at kunna um støðu landsstýrisins. Nú vildi hann hava javnvág í tíðindaflutningin, sum hann tók til.
Eilif Samuelsen segði, at hóast tað fyri onkrum kann tykjast, sum at Landsstýrið ætlar, at allir flokkar skulu hava 28 næmingar, so er hetta als ikki so.
Talan er um ein einstakan flokk av 49. Og Eilif Samuelsen legði dent á, at hetta verður ikki gjørt aftur.
Eilif Samuelssen, landsstýrismaður, segði, at hendan samanleggingin er gjørd av fíggjarligum orsøkum. Landsstýrismaðurin roknar við at spara eina hálva millión krónur árliga, nú hesir báðir flokkarnir eru lagdir saman til ein.
Men tað verður eingin lærari uppsagdur kortini, leggur Eilif Samuelsen, landsstýrismaður dent á.
Eitt av trætumálunum partanna millum er, nær Yrkisfelagið fekk at vita av samanleggingini.
Til tað sigur Eilif Samuelsen, at tað liggur heilt greitt, at Yrkisfelagið fekk at vita um samanleggingina longu við skúlaársbyrjan.
Eilif Samuelsen vísti á, at tá skúlaárið byrjaði, vóru bara 31 næmingar til tveir flokkar á Kambsdali. Og hagtølini siga, at tað altíð fer onkur burturav. Tí varð avgjørt longu tá, at undirvísingin skuldi verða tann sama hjá báðum flokkum, tí roknað varð við, at so mikið fór burtur av til jóla, at tað bert varð fólk eftir til ein flokk.
Og á fíggjarlógini eru pengar bert settir av til ein flokk, sigur Eilif Samuelsen.
Tí heldur Eilif Samuelsen tað vera eitt sindur løgið av Yrkisfelagnum at møta á fundi og siga, at teir einki kenna til hesa samanleggingina.