Yvir 100 milliónir krónur í avlopi

Hugurin hjá fólki at taka bankalán, er framvegis avmarkaður

BankNordik væntar sær einar 100-120 milliónir í avlopi í fjør.

 

Tað sigur Bankin í tíðindaskrivi í morgun.

 

Í 2012 var avlopið 121 milliónir krónur.

 

Bankin sigur, at áðrenn niðurskrivingar og ikki afturvendandi postar gjørdist rakstrarúrslitið í fjør áleið sum bankin hevði væntað.

 

- Áhugin at læna er framvegis avmarkaður samstundis sum kappingin um at læna út er herd.

 

- Rakstrarinntøkurnar lækkaðu sostatt nakað í 2013, men við eini munandi sparing, eru rakstrarútreiðslurnar lækkaðar á leið tað sama.

 

- Tryggingarvirksemið hevur í farna árið ment seg  sum ætlað, men í desember vóru fleiri og størri stormskaðar í Føroyum enn vanligt er, og íkastið frá tryggingarvirkseminum gerst tí 10 milliónir krónur minni enn áður væntað.

 

Bankin hevur savnað virksemið hjá samtakinum í Tórshavn í eitt nýtt høvuðssæti.

 

Verandi bankabygningar eru seldir og verða yvirtiknir næsta ár, tá ið nýbygningurin verður tikin í nýtslu.

 

Fyrra hálvár í fjør hevði bankin 18 milliónir í vinningi av at selja bygningarnar, men tað sama verður niðurskrivað í seinna hálvár í fjør.

 

- Áðrenn virðisjavna og skatt væntast eitt úrslit millum 85-100 milliónir krónur í 2013 í mun til 102 milliónir krónur í 2012. Bankin væntaði áður, at hetta úrslit gjørdist millum 130-160 milliónir krónur.

Í fyrbilsuppgerðini er solvensur bankans uppgjørdur til áleið 14,8 prosent við ársenda 2013, sum er 5,9 prosentstig hægri enn individuelli solvenstørvur bankans á 8,9 prosent.

 

- Samstundis hevði bankin eitt gott gjaldføri, sum var 178% størri enn gjaldføriskravið, sigur BankNordik.