Talið á ferðafólkum, sum brúka Strandferðsluna, økist í hvørjum.
Tað vísir ein uppgerð, Strandferðslan nú hevur gjørt yvir ferðafólkatalið við skipum og bussum.
Uppgerðin vísir, at í fjør flutti Strandferðslan tilsamans heili 1.140.695 ferðafólk við skipunum og bussunum hjá Bygdaleiðum.
Hetta eru 46.486 ferðafólk fleiri enn í 2011, tá ið hon flutti 1.094. 209 ferðafólk.
Serliga eru tað fleiri fólk, sum ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni. Í 2011 vóru 520.230 ferðsfólk við skipunum hjá Strandferðsluni, men í fjør var 7,6 prosent hægri, ella 560.007 ferðafólk.
Tað er einki at taka seg aftur í, at tað fer ferðafólkatalið á rutuni ímillum Suðuroy og Havnina, sum er munandi økt.
Í 2011 flutti Smyril 211.878 ferðafólk um Suðuroyarfjørð, men í fjør hækkaði ferðafólkatalið upp í 224.668 ferðafólk, tað er ein vøkstur á 6 prosent.
Her kann leggjast afturat, at hetta eru 1000 ferðafólk færri enn tað ferðaðust um flogvøllin í Vágum í fjør.
Men ferðafólkatalið um Nólsoyarfjørð er eisini nógv vaksið. Í 2011 ferðaðust 71.501 ferðafólk ímillum Havnina og Nólsoyar , men í hækkaði talið upp í 91.790 ferðafólk.
Annars eru lítlar broytingar á hinum rutunum. Í fjørð ferðaðust 180.536 ferðafólk við Teistanum ímillum Skopun og Gomlurætt og tað eru sløk 4.500 fleiri enn í 2011.
Á mykinesarleiðini øktust ferðafólkatalið góð 1.300 fólk í fjør, upp í 7.935 ferðafólk og einasta ruta, har afturgongd var, var á Svínoyarleiðini, har ferðafólkatalið minkaði eini 1000 ferðafólk, niður í 12.416 ferðafólk.
Hjá Bygdaleiðum er ferðafólkatalið rættiliga støðugt. Í fjør flutti Bygdaleiðir 580.688 ferðafólk, tað eru 1,2 prosent meiri enn í 2011, tá ið 573 979 ferðafólk koyrdu við Bygdaleiðum.