Yvir 300 starvsfólk mótmæla ætlan hjá Tórshavnar Býráð

Tey eru skelkað av, at meirilutin í Tórshavnar býráð hevur pengar til hetta

Vit eru skelkað av, at meirilutin í Tórshavnar býráð finnur pengar til at gera eina umsiting afturat, men ikki finnur pengar til at seta fleiri starvsfólk á dagstovnunum í barnaansingini.

Tað sigur Edda Hjartvardsdóttir, pedagogur á dagstovninum á Velbastað.

Tað er nú komið fram, at meirilutin í Tórshavnr býráð ætlar at broyta dagstovnaøkið og at leggja allar teir næstan 40 dagstovnarnar saman í fimm eindir, sum so skulu hava hvør sín eindarleiðara.

 

Les meiri um tað her: Stórar broytingar á veg í barnaansingini í Havn

 

Minnilutin í býráðnum, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, taka ikki undir við ætlanini, tí tey halda, at pengarnir skulu heldur brúkast til at seta fleiri starvsfólk á dagstovnunum. Sambært Tróndi Sigurðsson kostar tað 3,5 um árið at skipa nýggjar eindarleiðslur fyri dagsovnarnar

 

Les meiri um tað her: Lati heldur børnini fáa pengarnar

 

Og nú er greitt, at heldur ikki starvsfólkini á dagstovnunum taka undir við ætlanini. Tey hava savnað inn undirskriftir ímóti ætlanini og tær skulu nú handast býráðnum.

Edda Hjartvardsdóttir sigur, at í løtuni hava 350 starvsfólk skriva undir mótmælið, men at tey vænta fleiri undirskriftir.

Tey siga, at tey hava hoyrt um hetta undirhonds beint nú, tí frá býráðnum hava tey einki frætt, so tað er í skundi, at tey hava skipað mótmælið ímóti ætlanini. Og Edda Hjartvardsdóttir sigur, at enn hevur hon ikki møtt nøkrum, sum heldur, at fjarleiðsla er ein gond leið.

Tey halda ikki, at tað er brúk fyri eini umsiting afturat á økinum. Tvørtur ímóti hava tey gjørt greitt, at tað er starvsfólki á stovnunum sjálvum, sum tørvur er á.

Tey stúra fyri, at verða dagstovnar lagdir saman undir einum eindarleiðara, er tað fyrsta stig at avtaka leiðsluna á hvørjum einstøkum stovni so við og við, soleiðis at eindarleiðararnir verða teir einastu leiðarar.

– Tað er skelkandi, at býráðið finnur pengar til at seta eindarleiðarar, men finna ikki pengar til at fíggja virksemið inni á hvørjum einstøkum stovni, sigur hon.

Eitt, hon vísir á at leiðarin, tey hava á dagstovninum á Velbastað, er bara leiðari í 17 tímar um vikuna, tí restina av tíðina skal hon vera við í ansingini.

Edda Hjartvardsdóttir er samd við Pedagogfelagið tá ið tey siga, at býráðið skal heldur bera so í bandi, at leiðarin er leiðari burtur av, og at játtanin til leiðaran verður hildin uttan fyri játtanina til starvsfólk á stovnunum.

– Fær leiðarin leiðslurætt fulla tíð, er ikki tørvur á at hava eina leiðslu oman fyri hann afturat, leggur hon afturat.