Yvir 400 arbeiðspláss í vanda tí at landsstýrið drálar

- Vit hava bíðað og bíðað, men onki hendir. Og nú kunnu vit ikki bíða longur.

Í komandi viku fer javnaðarflokkurin at leggja uppskot fyri tingið um at bjarga teimum 12-13 djúpvatnstrolarunum og teimum 400 arbeiðsplássunum sum eru beinleiðis knýtt at teimum

-Tað eru heili 400 arbeiðspláss, sum eru í vanda. Fara tey fyri skeytið, verður tað ein sonn vanlukka. ? Vit hava longu bíðað ov leingi og nú ber ikki til at drála longur.

Í komandi viku fer javnaðarflokkurin at leggja uppskot fyri løgtingið um at bjarga djúpvatnstrolarunum, sum eru komnir at hanga í einum klønum tráði, síðani teir mistu íløgustuðulin fyrr í ár.

Flokkurin skjýtur upp at seta ein avmarkaðan íløgustuðul í gildi aftur í nøkur ár afturat.

Uppskotið varð handað løgtingsskrivstovuni í gjár og verður lagt fram fyrst í komandi viku.

Teir, sum eiga djúpvatnstrolararnar hava ferð eftir ferð ført fram, at teir koma ikki at klára seg um íløgustuðulin fellur burtur nú.

Og fara teir á heysin verður tað ein vanlukka, tí á sjógvi og landi eru tað yvir 400 arbeiðspláss, sum eru beinleiðis knýtt at teimum 12-13 djúpvatnstrolarunum.

Fara teir á húsagang, verða tað serliga ávís øki í landinum, sum verða meint rakt. Ikki minst Suðuroyggin, har teir flestu trolararnir eru skrásettir og avreiða tað mesta av tí, teir fiska, og har at kalla øll fiskivinnan er beinleiðis heft at tí, teir føra til lands.

Hinvegin hava reiðararnir ført fram, at fáa teir íløgustuðul í trý til fimm ár afturat, jøvdu teir verið so mikið niðurgoldnir, at teir kundu klára seg sjálvar.

Landsstýrið var hvørki at høgga ella at stinga í. Men í vár varð tó upplýst, at fiskimálastýrið arbeiddi við eini loysn, sum kundi hjálpt uppá støðuna hjá djúpvatnstrolarunum.

-Hesi loysnini hava vit nú bíðað eftir í eitt hálvt ár. Men enn er onki hent, sigur Henrik Old, sum er talsmaður javnaðarfloksins í fiskivinnumálum.

Hann sigur, at tað tykist ikki sum um landsstýrið megnar at reisa málið.

-Tí haldi eg ikki, at tað er órímiligt, at vit reisa málið fyri at vita, hvat løgtingið heldur um hendan trupulleikan.

Tí fer javnaðarflokkurin at leggja uppskot fyri tingið um at bjarga djúpvatnstrolarunum og harvið eisini teimum 400 arbeiðsplássunum, sum eru beinleiðis knýtt at teimum.


Í trý ár afturat

Tað, sum javnaðarflokkurin fer at skjóta upp, er at veita djúpvatnstrolarunum íløgustuðul í trý ár afturat. Men tað skal vera við afturvirkandi kraft frá 1. Juli 1998.

Teir stóru og nýggjaru djúpvatnstrolararnir eru átta í tali, og teir fingu umleið 1,3 millión í íløgustuðuli um árið í part.

Teir minnu djúpvatnstrolararnir eru 4-5 í tali og teir fingu um eina millión í íløgustuðuli í part.

-Tað, vit skjóta upp, er at veita trolarunum eina upphædd í íløgustuðuli, sum er eitt sindur minni, enn tað, teir fingu.

- Íløgustuðulin skal vera óbróyttur tey bæði fyrstu árini, frá 1. Juli 1998 til 30 juni 2000.

Síðani er ætlanin at hann skal lækka eitt sindur tað seinasta árið, tvs. frá 1. Juli 2000 til 30. Juni 2001.

Henrik Old sigur, at uppskotið fer ikki at føra eykaútreiðslur við sær fyri landskassan. Tí ætlanin er nevniliga at taka pengarnar av upphæddini uppá 40 milliónir, sum løgtingið hevur játtað á fíggjarlógini í ár til endurnýgging av skipaflotanum.

-Tann upphæddin stendur at kalla órørd, og tí halda vit, at tað er hóskandi at brúka eitt sindur avhenni til hetta endamálið.

Henrik Old sigur, at útreiðslurnar til íløgustuðulin til djúpvatnstrolararnar er mett at verða umleið 11,5 milliónir tey bæði fyrstu árini frá 1. Juli 1998 til 30 juni 2000. Síðani er ætlanin sum sagt at lækka stuðulin eitt sindur tað seinasta árið, so at hann verður góðar 8 milliónir frá 1. Juli 2000 til 30. Juni 2001.


Treytir við

Men javnðarflokkurin ætlar ikki at íløgustuðulin skal vera uttan treytir.

Tí ætlar flokkurin, at tað skal vera ein treyt, at djúpvatnstrolararnir skulu landaminst ein triðing á góðkendari uppboðssølu.

Somuleiðis ætlar flokkurin heldur ikki, at djúpvatnstrolararnir skulu fáa íløgustuðul fyri tað, teir avreiða uttanlands.

-Avreiða teir uttanlands, er ætlanin at at mótrokna tað í íløgustuðlinum, sigur Henrik Old.


Nógv arbeiðspláss

Henrik Old sigur, at tað er neyðugt, at tingið tekur støðu til trupulleikan hjá djúpvatnstrolarunum nú.

-Talan er um nógv arbeiðspláss, sum eru komin í vanda, og tað er ein spurningur, sum tingið heilteinfalt noyðist at taka støðu til.

Hann sigur, at hann heldur, at djúpvatnstrolararnir kasta so nógv av sær, at landskassin fær stuðulin, sum tað letur teimum, fleirfalt aftur í skatti av hýrum og lønum á landi, í mvg av tí, sum manningin og fólkið á landið keypir, og í ymsum avgjøldum av vørum og tænastum, sum djúpvatnstrolararnir kasta av sær.

-Tað ber heldur ikki at at teirra møguleikar at fiska verða meiri og meiri skerdir, men at teir síðani skulu verða sleptir uppá fjall, tá ið teir ikki fáa endarnar at røkka saman

Henrik Oldi sipar til, at fyri tað fyrsta eru teir koyrdir helt út á djúpt vatn og hava als ikki fingið lut í tí rokfiskiskapi, sum hevur verið eftir toski og øðrum botnfiski undir Føroyum seinastu árini.

-Men heldur ikki úti á tí djúpa vatninum fáa teir frið longur og sleppa at fiska ótarnaðir Tí nú hava garnabátarnir fingið loyvi at seta eftir svartkalva á teimum leiðunum, og tað forðar djúpvatnstrolarunum ikki sørt, at tær vanligu leiðirnar eru ?innistikaðar? við gørnum, sum onkur hevur málborið seg, so at teir ikki fáa toga.