Yvir 5.000 føroyingar hava eina inntøku, sum er so lág, at teir eru í vanda fyri at enda í fátækadømi.
Tað vísir ein nýggju uppgerð hjá Hagstovuni. Hendan uppgerðin er frá 2018, og hon vísir, at 10,1 prosent av øllum føroyingum eru í fátækaváða.
Tað merkir, at teir hava eina inntøku, sum er minni enn 60 prosent av tí, sum eitur mið-javnvirðisinntøkan.
Javnvirðisinntøka er inntøkan hjá einum húski, tá ið lagt er upp fyri, hvussu nógv fólk eru í húskinum, bæði børn og vaksin.
Eitt stórt húski má hava hægri inntøku enn eitt lítið húski, tí tað kostar meiri at uppihalda einum stórum húski. Men samstundis eru eisini fyrimunir í einum stórum húski, tí eitt húski við fimm fólkum skal ikki rinda alt fimm ferðir so nógv fyri ljós og varma, og heldur ikki fimm ferðir so nógv fyri hvítvørur, og annað.
Tá ið javnvirðisinntøkan hjá øllum føroyingum er sett upp, verður tann mittasta inntøkan funnin, har tað eru líka nógv, sum tjena meiri og líka nógv, sum tjena minni. Tað er mið-javnvirðisinntøkan, og tey, sum hava eina inntøku, sum er minni enn 60 prosent av henni, eru í fátækaváða.
Og uppgerðin vísir, at í 2018 vóru tað stívliga 5.000 føroyingar, sum høvdu eina inntøku, ið var so lág, at tey vóru undir hesum marki.
Fyrstu ferð, hetta varð uppgjørt, var í 2009 og tá vóru 8,9 prosent undir markinum. Men síðani er talið á føroyingum í fátækaváða, vaksin. Tó er eitt lítið fall upp á 0,8 prosent stig frá 2014 til 2016 og nú er aftur eitt lítið fall upp á 0,4 prosent stig frá 2017 til 2018.
##med2##
Sum talvan vísir, eru tað í nógv mestan mun, pensjónistar, sum eru í fátækaváða, men talvan vísir eisini, at tann næststørsti bólkurin eru børn og ung undir 17 ár.
##med3##
Og hendan talvan vísir, at tað er serliga í tí syðsta partinum í landinum, Í Sandoy og í Suðuroy, at flest fólk eru í fátækaváða. Hinvegin eru fólk nógv betri fyri norðanfyri