Yvir 8.000 eru nú deyð av koronavirus í USA

Heimsins eygu eru í løtuni vend ímóti eitt nú USA, har yvir 8000 nú eru deyð av koronavirus.

Talið av deyðum av koronavirus hækkar nú í nógvum londum, og kring heimin nærkast tað nú 65.000.

Her sæst eitt yvirlit yvir talið av deyðum í nøkrum ávísum londum.

Tølini eru dagførd klokkan 04 í morgun. Tølini í klombrum eru talið av deyðum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Síðsta talið er talið av deyðum frá klokkan 04 gjáranáttina og 24 tímar fram:

* Italia: 15.362 (25,4) + 681.

* Spania: 11.947 (25,6) + 749.

* USA: 8488 (2,3) + 1336.

* Bretland: 4313 (6,5) + 708.

* Týskland: 1444 (1,7) + 169.

* Svøríki: 373 (3,7) + 15.

* Danmark: 161 (2,9) + 22.

 

Kelda: Johns Hopkins University.

/ritzau/