Hvørki Føroya Symfoniorkestur ella Musikkskúlin, fáa meiri pengar at arbeiða fyri í ár.
Tað eru samgongan, og Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstyri, samd um.
Løgtingið viðger eitt uppskot frá Tjóðveldi um at lata Musikkskúlan og Føroya Symfoniorkestur fáa tríggjar milliónir afturat tilsamans, at arbeiða fyri í ár.
Nú málið hevur verið til viðgerar í Fíggjarnevndini, vísa tvey umboð fyri andstøðuna, nevniliga Aksel V. Johannesen og Kristina Háfoss, á, at tað standa heili 834 børn á bíðlista at sleppa á musikkskúla kring landið.
Hetta eru næmingar, sum kunnu byrja beinanvegin, men nýføðingar og pinkubørn, sum standa uppskrivað, eru ikki tald upp. Í Havn standa 400 næmingar á bíðilista, í Klaksvík 140, í Runavík109, í Vágum 100, í Suðuroyar 24 og í restini av landinum standa 61 næmingar á bíðilista at sleppa á musikkskúla.
Tí halda tey, at játtanin til Musikkskúlan eigut at verða hækkað, so at fleiri kunnu fáa undirvísing.
Tey vísa eisini á, at Føroya Symfoniorkestur er nettupp eisini eitt úrslit av Musikkskúlanum, men tey hava brúk fyri eini hægri játtan, eitt nú fyri at kunna geva tónleikarum eina rímiliga samsýning fyri teirra arbeiði fyri orkestrið.
– Hetta er eisini fyritreyt fyri, at Føroya Symfoniorkestur skal kunna spæla meiri, og spæla enn betri enn tað ger nú.
Men umboðini fyri samgonguna, og Kristin Michelsen, eru samd um, at tað er skeivt at hækka játtanina mitt í einum ári og tí mæla tey Løgtinginum frá at samtykkja tað.
Tey, sum umboða samgonguna í Fíggjarnevndini, eru Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen, vísa á, at Musikkskúlin hevur 14,9 milliónir at arbeiða fyri í ár, og Symfoniorkestrið hevur 1,7 millión, og saman við Kristini Michelsen, taka tey ikki undir við at hækka játtanina mitt í einum ári. Seinasti limurin í Fíggjarnevnini, Ruth Vang í Framsókn, tekur ikki støðu fyrrenn málið kemur til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum, og tað verður ein av døgunum.