Fríggjadagin og leygardagin ímillum klokkan 14 og 22.30 verður Fólkafundurin 2012 hildin í Hoyvíkshøllini og í Hoyvíkar skúla.
Yvir 40 ymisk samtøk, fakfeløg, áhugafeløg ogf ymiskir flokkar, vera til staðar.
Og fleiri enn 85 ymisk tiltøk verða hildin hesar báðar dagar. Tiltøkini fevna um t.d. fyrilestrar, kjak, poetry slam, tónleikaframførslur, pallborðsfundir og hugleiðingar.
Umframt hópin av nevndu tiltøkunum verður eisini eitt formansting hildið. Fríggjakvøldið kl. 21.00 verður fyrra umfarið av formanstinginum og annað umfar verður leygarkvøldið klokkan 21.00.
Fríggjakvøldið fara Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og tingmenninir, Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal, at halda røðu á formanstinginum.
Leygarkvøldið fara tingmenninir, Poul Michelsen og Jenis av Rana, og landsstýrismenninir, Kári P. Højgaard og Jørgen Niclasen at halda røðu formanstinginum.
- Fyri rættiliga at gera formanstingið fólksligt, eru floksformenninar bidnir um at velja ein felagssang í part, sum verður sungin aftaná teirra røðu.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn setur Fólkafundin 2012 fríggjakvøldið kl. 19,00.