Fríggjamorgunin handaði forkvinnan í MBD/DAMP felagnum, Bára Johansen, landsstýrismanninum í almannamálum Hans Paula Strøm 9.410 undirskriftir frá fólki kring alt landið, sum vilja mótmæla, at Petur verður sendur av landinum til viðgerðar fyri atferðatrupulleikar.
Søgan um lítla Petur er tragisk, og hon hevur nógv frammi í fjølmiðlunum seinastu tíðina. Og nú hevur so felagið savnað undirskriftir og handað landsstýrismanninum tær.
? Eg haldi annars, at tykist sum um at Hans Pauli ger sítt í hesum málinum, sigur Bára Johansen.
Hon heldur, at søgan um lítla Petur er langt úti, og hon vónar, at hann fer at kunna verða verandi í Føroyum hjá ommu og abba sínum í sínum kenda umhvørvi.