USA hevur sum fyrsta land í heiminum skrásett yvir hálva millión deyð av covid-19.
Tað vísir ein uppgerð frá amerikanska Johns Hopkins University í Baltimore.
Klokkan 21:40 í kvøld okkara tíð er talið av deyðum gjørt upp til 500.071.
Tað er tvær ferðir so mong sum í Brasilia, sum við yvir 246.000 deyðum hevur næst hægsta tal av andlátum av koronu, sum hevur herjað allan heimin í meira enn eitt ár.
USA hevur gott 328 millióniríbúgvar, meðan tað búgva 211 milliónir í Brasilia. Umroknað til deyð fyri hvørji 100.000 íbúgvar hevur USA 152 andlát, meðan Brasilia hevur umleið 117.
Sambært blaðnum New York Times hevur USA mist fleiri amerikanarar til koronuvirus, enn landið misti hermenn á vígvøllunum undir fyrra og seinna heimsbardaga og í Vietnamkrígnum tilsamans.
Samstundis hevur virusið sambært tíðindastovuni Reuters skorið eitt ár av væntaða livialdrinum hjá amerikanarum.
– Tað kann ikki samanberast við nakað, sit hava verið ígjøgnum seinastu 102 árini síðani beinkríms farsóttina í 1918 (spanska sjúka, red).
– Tað er ein øgilig støða, vit hava verið ígjøgnum, og sum vit enn skulu ígjøgnum, segði Anthony Fauci, sum er hægsti heilsufrøðiligi covid-19 ráðgevin í USA, sunnudagin í eini samrøðu við CNN.
Fyrsta amerikanska andlátið, sum varð sagt at vera av virusinum, varð kunngjørt 29. februar í 2020 í Seattle, skrivar tíðindastovan AFP.
Útbrotið spreiddi seg skjót tvørtur um landið, og myndugleikar fóru at seta í verk stongsul fyri at forða smittuspreiðing.
Men talið av persónum, sum fullu fyri virussjúkuni, helt fram at vaksa, og tann 27. mai rundaði USA 100.000 andlát.
Umleið fýra mánaðir seinni fór USA um 200.000 andlát og fyri árslok av 2020 var talið komið langt upp um 300.000.
Positiva søgan er, at síðani byrjanina av januar er talið av nýggjum smittutilburðum nógv minkað, og Joe Biden forseti hevur sett sum mál, at minst 100 milliónir amerikanarar skulu vera koppsettir fyrstu 100 dagarnar, hann er forseti.
Joe Biden hevur givið boð um at flagga við hálvari stong á øllum almennum bygningum í landinum mánadagin fyri at minnast tey, sum eru deyð við koronuvirus.
Mánadagin fara Biden og varaforsetin Kamala Harris aman við hjúnafeløgum at tendra ljós og halda ein minutt tøgn við Hvítu Húsini.
/ritzau/