Yvirgangsmaður til evstu løtu

Finnbogi Ísakson
????????
Tað kann tykjast eitt sindur rangvørgt, at umboð fyri 60 stjórnir í heiminum fóru til Egyptalands at fylgja Yasser Arafat til gravar, samstundis sum stjórnir í mongum av hesum somu londum í viðmerkingum til deyða hansara søgdu seg hava vónir um, at nú fór at bera betur til at fáa frið í lag í Miðeystri. Tað var heldur ikki bara onkur, sum fór at fylgja. Úr Svøríki fór sjálvur forsætisráðharrin Göran Persson, og úr hinum norðurlondunum fóru uttanríkisráðharrarnir. Úr teimum arabisku londunum fóru landsins leiðarar ella næstumenn teirra.
Í fjølmiðlum um okkara leiðir hevur Arafat verið umrøddur sum yvirgangsmaðurin, ið gjørdist statsmaður. Spurningurin er, um hetta er rætt. Gjørdist hann nakrantíð statsmaður? Ella var hann alla sína tíð yvirgangsmaður, myndaliga sæð ílatin diplomatfrakka?
Hann varð føddur í Kairo í Egyptalandi 24. august 1926, og har vaks hann eisini upp. Foreldrini vóru palestinarar, men hetta helt Arafat ikki vera nóg góða trygd fyri, at palestinarar fóru at góðtaka hann sum leiðara, og tí helt hann sjálvur fast við, at hann var føddur í Jerusalem 4. august hetta árið. Hann gjørdist formaður í Palestinska Studentafelagnum í Kairo, og tað var ikki sørt av einum avriki, tí hann kom frá fátækrafólki, og hetta starv plagdu annars studentar frá múgvandi fólki at røkja. Hann tók embætisprógv sum byggiverkfrøðingur.
Hann var við í fyrsta ísraelska-arabiska krígnum í 1948. Eftir loknan lestur fór hann saman við øðrum palestin-arum til Kuwait, har teir stovn-aðu yvirgangsfelagsskapin Al Fatah. Teir hildu síðani til í Sýrialandi, á Vestara Áarbakka og í Libanon, haðani teir framdu yvirgang móti Ísrael og kravdu ein palestinskan stat.
Fleiri aðrir yvirgangsfelags-skapir vórðu stovnaðir. Í 1968 vórðu allir samskipaðir í Palestinsku Frælsisfylkingina PLO við Yasser Arafat sum leiðara. Umheimurin gjørdist rættiliga varugur við bardagan hjá palestinarum í 1972, tá Svarti September framdi yvirgang móti ísraelsku ítrótta-fólkunum á Olympisku Leik-unum í München. 10 ísraelsk ítróttafólk doyðu í atsóknini.
Nøkur ár seinni hevði Ísrael ábyrgdina av einari atsókn, sum ikki var minni óhugnalig. Ísraelski verjumálaráðharrin Ariel Sharon, sum hevur verið ísraelskur forsætisráðharri síðani 2001, gav í 1982 kristnum falangistum loyvi at fara inn í palestinsku flóttafólkalegurnar Sabra og Chatila í Beirut, har teir eirindaleyst myrdu fleiri hundrað verjuleysar menn, kvinnur og børn.
Nakað eftir atsóknina í München fór Arafat at royna seg á politiska/diplomatiska økinum og fanst oftari og oftari at yvirganginum. Men í 1990 forroknaði hann seg. Øðrvísi enn flestu arabaralond fór hann í part við Saddam Hussein og vardi hansara innrás í Kuwait. Eftir Flógvakríggið stóð Arafat rættiliga einsamallur, men í 1993 fekk hann aftur góðan byr, tá hann skrivaði undir Oslo-avtaluna um eina friðartilgongd. Longu árið eftir fingu hann, ísraelski forsætisráðharrin Rabin og uttanríkisráðharrin Peres friðarløn Nobels.
Tað var heldur skjótt. Nú 10 ár aftaná er framvegis ongin friður. Ein víðgongdur jødi myrdi Rabin, og Arafat er deyður. Shimon Peres er aftur formaður í Arbeiðaraflokkinum, sum er í andstøðu í tinginum Knesset. Barak, sum gjørdist forsætisráðharri eftir Rabin, royndi - við Clinton forseta sum millumgongumanni - at fáa frið í lag, men einki spurdist burtur-úr. Og síðani er harðskapurin bara øktur - við palestinskum sjálvmorðsbumbum og hevnd frá ísralska herinum.
Øll ásanna, at Arafat var tann sterki maðurin í Palestinsku Økjunum. Hann læt ongan annan, sum ikki kundi semjast við hann, sleppa framat. Men stýringin av økjunum hevur ikki verið góð. Korrupsjónin hevur florerað, samstundis sum fátækradømið er ómetaliga stórt, hóast peningur floymir ár um ár frá hinum arabaralond-unum til palestinarar. Summi vilja vera við, at nógvir pengar endaðu í lummanum hjá Arafat sjálvum.
Stríð tók seg upp um henda pening, longu meðan Arafat lá á deyðastrá, skrivaði Tel Aviv-tíðindakvinnan hjá Politiken, Hanne Foighel. Tað var konan Ruha Arafat, sum vildi vissa sær og dóttrini Zahwa eina trygga fíggjarliga framtíð. Yasser Arafat hitti Suha, meðan hann var í útlegd í Tunis í áttatiárunum, eftir at ísraelsmenn, sum høvdu hersett stóran part av Libanon, høvdu rikið palestinarar av landinum.
Suha var tó ikki saman við honum hesi seinastu árini, tá ísraelsmenn høvdu hann inni-byrgdan í býnum Ramallah á Vestara Áarbakka. Nú tá hann legðist sjúkur, kom hon at vitja hann, fyri fyrstu ferð í 4 ár. Arafat varð fluttur á eitt hern-aðarsjúkrahús uttan fyri Paris. Mangar leysasøgur gingu um sjúku hansara, og umboðsmenn fyri palestinska sjálvstýrið komu til Paris at kanna, hvussu til stóð. Í fyrstani noktaði Ruha teimum atgongd og segði, at teir vildu jarða Arafat, áðrenn hann var deyður. Men so slakaði hon og loyvdi teimum inn.
Summar keldur vilja vera við, at hon slakaði, tí hon fekk lyfti um, at hon og Zahwa skuldu fáa 11-12 mió.kr. í eftirløn. Fíggjarliga ráðgevari hennara - og sambúgvi tey seinastu árini, sigst - libanesarin Rizk vann í 1999 eitt sakarmál móti Arafat um meira enn 100 mió.kr.
Arafat er deyður, og tað muga vit syrgja, søgdu ríkisleiðarar og politikarar úr heim-sins londum fyri fáum døgum síðani. Men friðarútlitini eru betri, nú hann er deyður, søgdu teir eisini. Ein løgin samanseting.
Kanska kemst tað av, at nógvir leiðarar eru ikki heilt ósamdir við ísraelsku stjórnina, sum tey seinastu árini hevur hildið fast við, at hon vildi ikki samráðast við ein yvirgangsmann, tvs Arafat. Sjónvarpið vísti fyri fáum døgum síðani eina franska sending, har sjón-varpsliðið var sloppið á fjøl-mentan fund í Ramallah, har Arafat talaði. Í røðuni mælti hann ikki til frið, men eggjaði palestinarum til at stríðast, stríðast, stríðast til seinasta blóðsdropa.
Tað man tó vera ivasamt, um tað verður so nógv lættari at fáa frið í lag, nú yvirgangsmaðurin í diplomatfrakka er deyður. Mangir eygleiðarar ivast í, um Sharon vil hava frið ella stríðast fyri einum Stórísrael. Víð-gongdir flokkar í Knesset og víðgongdir niðursetumenn vilja heldur ikki slaka.
Og palestinsku megin fara vist altíð at vera bólkar, sum als ikki vilja góðkenna ísraelska statin. So leingi hesir víð-gongdu bólkar finnast báðu megin kann í mesta lagi ein ófriðarligur friður fáast í lag.