Yvirhøvur skýggjað og regn komandi dagarnar

Komandi dagarnar fer óstøðugt veður við brúgvaløgum yvir oyggjunum av útsynningi.

 

Í dag

Eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Seinnapartin øtlar hann vindin og í kvøld verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 4 og 9 stig.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Út á dagin makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Sum frá líður verða sólglottar, men seinni skýggjað aftur og regn. Hitin millum 4 og 9 stig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s, og móti kvøldi makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og támut og regn meginpartin av degnum. Hitin millum 4 og 9 stig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella sirm. Hitin millum 4 og 9 stig.

 

Leygardagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin millum 4 og 9 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin millum 4 og 9 stig.