Yvirkoyrd og lat lív

Ein 38 ára gomul kvinna lat sunnumorgunin lív, tá hon varð ákoyrd á Sanvíkum, undir Sandvíkarhjalla

Sýnið var vánaligt sunnumorgunin, tá ein bilur rendi á eina 38 ára gamla kvinnu á Sandvíkum um hálvgum fýra tíðina sunnumorgunin. Harafturat kann ikki væntast at fólk gongur á vegnum so langt frá bygdum øki mitt um náttina, og tí vísir løgreglan á, at bilførarin, ið rendi á kvinnuna er púra ósekur.

Kvinnan, sum búðið í Havn, hevði verið norðanfyri á veitslu, og slapp var sloppin suður aftur við einum bili. Tá bilurin var komin til Sandvíkar, niðanfyri Sandvíkarhjalla, bað kvinnan um at sleppa úr bilinum, so hon fekk kastað sær av vatninum.

Bilførarin steðgaði bilinum og varð bíðaði meðan kvinnan fór at kasta sær av vatninum. Men tá hon var liðug, vildi hon ikki í aftur bilin. Bilførarin boðaði tí løgregluni frá, at ein kvinna gekk á myrka vegnum uppi í Sandvíkum.

Men um somu tíð hendi syndarliga vanlukkan. Ein bilur kom koyrandi norður eftir, og í vánaligu líkindunum á myrka vegnum fær hann ikki eygað á kvinnuna. Hann kemur at koyra kvinnuna yvir. Førarin er skjótur og boðar beinanvegin løgregluni frá tilburðinum.

Hjálpin var skjótt á staðnum, og kvinnan varð beinan vegin førd á Landssjúkrahúsið. Men løsturin, hon fekk, var so mikið álvarssamur, at hon doyði skjótt eftir, at hon var komin á Landssjúkrahúsið.