Yvirlýsing: Akademikarafelag Føroya og Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara mótmæla

Í hesum døgum, har nógv verður skrivað og sagt um ætlanirnar hjá samgonguni at broyta pensjónsviðurskifti og skattaskipan, verður eisini tosað um mótmæli, og hvørja støðu, ymsu fakfeløgini hava.

Nevndirnar í Akademikarafelag Føroya og Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara eru ørkymlaðar og stúrnar um gongdina.

Hóast vit skjótt kunnu staðfesta, at nógvir akademikarar í Føroyum fara at merkja eina størri tøka inntøku, so tykist kostnaðurin fyri henda vinning at vera høgur:

Ætlanin er at skatta pensjónir við inngjald. Hetta merkir, at landið útloysir sína egnu pensjónsuppsparing, ið skal vera til at taka, so hvørt fólk eldast og hava størri brúk fyri ymsum vælferðar- og heilsutænastum. Vit vita ikki, hvussu støðan verður um 20 ella 30 ár, um aðrar inntøkur verða – og um ikki, hvør tá skal gjalda? Samstundis bendir alt á, at pensiónsútgjaldið verður lægri, um skattað verður av inngjaldi. Ein ørgrynna av ósvaraðum spurningum eru um hesar broytingar.

Fíggjarmálaráðharrin hevur boðað frá, at løntakarin skal fíggja sín egna skattalætta við at fara niður í løn – hvussu stórur er tá lættin?

Vit harmast og stúra fyri, hvussu hesar avgerðir verða tiknar. Umfatandi broytingar verða lagdar fram sum loysnir, áðrenn sera týðandi viðurskifti og møguligar avleiðingar eru kannaðar.

Ein skattalætti er vælkomin, um hann veruliga lættir um fíggjarligu byrðurnar hjá lønmóttakaranum. Óvist er, hvør langtíðarvirknaðurin av ætlaðu broytingunum verður. Allar ábendingar eru tó um, at ætlanirnar, ið eru lagdar fram, ikki eru nóg væl umhugsaðar og viðgjørdar. Vit vilja fegin hava, at tað skal loysa seg at fáa sær eina útbúgving – tað eigur at verða ein íløga í framtíðar arbeiði. Vit halda eisini, at skatturin í Føroyum er høgur. Men í hesum tíðum, har stórt hall er á fíggjarlógini, og allir samfelagsbólkar hava trupult við at fáa lønina at strekkja, meta AKF og YF ikki, at hetta er rætta løtan at gera slíkar raðfestingar.

Akademikarafelag Føroya og Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara stuðla tí mótmælistiltøkunum, ið verða leygardagin 3. desember. Heitt verður á limirnar í fakfeløgum okkara at møta fjølment!

Akademikarafelag Føroya og Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara standa saman við føroysku fakfelagsrørsluni í hesum álvarsspurningi, og mótmæla tí teimum ætlanum, ið nýggja samgongan uttan fyrilit hevur stungið út í kortið. Nýggja samgongan byggir á hendan hátt ikki brýr til ta føroysku arbeiðsmegina, og skapar ikki karmar um tryggleika og støðug viðurskifti í samfelagnum.

Limir í teimum 4 fakfeløgunum í AKF (Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag, Arkitektafelag Føroya og Magistarafelag Føroya) eru vælkomnir at senda viðmerkingar ella greiða frá síni støðu við at senda teldupost til [email protected]
------------
Suni Joensen, formaður AKF
Karl Martin Klein
Ole Jensen
Leivur Langgaard
og
Kári Jespersen formaður í YF