Yvirlýsing frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar mótmælir harliga ætlanini hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, at siga 8 sjúkrarøktarfrøðingum á føðideildini úr starvi, samstundis sum annar starvsbólkur verður settur inn á deildina í staðin.
At hetta skal kunna brúkast sum ein liður í sparing og menning, meta vit, sum ein beinleiðis reingjan av sannleikanum.
Vit meta, at ætlanin hjá leiðsluni hevur ikki sjúklingin í fokus og at avleið-ingarnar verða, at sjúklingar, barnið, familjan og serliga kvinnan aftur verða fyri vanbýti. Við uppskot-inum, meta vit ikki, at trygdin hjá sjúka pinkubarninum verður sett í hásæti
Føðideildin á Lands-sjúkrahúsinum kann ikki samanberast við føðideildir í Danmark. Føðideildin er ein blandað deild, ikki bert ein føðigongd, men eisini ein sjúkradeild við neonatalari deild. Afturat vanligum barnsburðum tekur hon sær av ov tíðliga føddum (præmaturum) børnum, børnum við breki og sjúku annars.
Hesi kunnu væntast at verða verri fyri, tá tey serkønu á økinum fara at mangla á deildini og kvaliteturin í røktini gerst verri enn í dag. Starvsbólkurin, sum eftir ætlanini skal avloysa sjúkrarøktarfrøðingarnar, er ikki skúlaður til hesar uppgávur.
Á neonatalum deildum í Danmark starvast bert læknar og sjúkrarøktarfrøðingar.
A 3, songardeildin fyri kvinnusjúkur, er júst aftur-latin mestsum frá degi til annan og tekur føðideildin sær tí, umframt av teim frísku barnakonunum, eisini av sjúkum barnakonum, ið allar hava krav uppá kvalifiseraða sjúkrarøkt.
Í hesum sambandi er ætlanin eisini at minka talið av songarplássum á føðideildini og koma tí fleiri kvinnur at eiga ambulant. Her skal gerast vart við, at Heilsufrøðiskipanin ikki er fyrireika til hesa uppgávuna. Sum er, eru enn øki í landinum, ið ikki hava heilsu-frøðing.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar mótmælir harliga ætlaðu broytingunum á Føði-deildini og meinar, at tær eru óneyðugar á eini vælvirkandi deild við vælútbúnum og dugnaligum sjúkrarøktarfrøðingum, ið hava førleika at útinna allar kravdu sjúkrarøktaruppgávurnar.
?????
10. mars 2005

Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar