Aðalfunfurin hevur staðfest, at limir felagsins seinastu nógvu árini hava verið fyri einari munandi leallønarlækking.
Vit hava tó staðfest, at lønirnar í samfelag okkara nú aftur eru í vøkstri og her hava okkara fólkavaldu politikarar lagt støðið við einari so stórari lønarhækking, umframt skattafríum ágóðum, at hetta er óhoyrt um okkara leiðir. Fyri okkum er tað sjálvsagt, at vit, sum løgstlønti samfelagsbólkur, ikki verða við skerdan lut, nú vit skulu til sáttmálasamráðingar, men krevja ein munandi lønarbata.
Aðalfundurin tekur tí av fullum huga undir við teimum lønarkrøvum, sum stjórn felagsins kemur at krevja við komandi sáttmálasamráðingar.