Yvirlivdi bróstkrabba

Saloma Zachariasen fekk staðfest bróstkrabba tollaksmessudag fyri 7 árum síðani.
Hon misti ikki mótið og vildi klára seg ígjøgnum sjúkuna. Nú er hon frísk og følir, at sjúkan hevur gjørt henni lívið ríkari.


23. desember 1999 fór Saloma til læknan, fyri at taka nakrar pentur úr. Og fyri at fáa svar uppá, um knykilin, sum hon hevði tikið eina góða viku frammanundan, var góðkynjaður ella illkynjaður. Tá var Saloma 33 ár.
Læknin sigur henni “Saloma, tað vóru ikki góð boð.” Hon hevði fingið bróstkrabba.
- Eg hugsaði ikki so nógv tá fekk tað at vita. Eg tonkti bara, “ja hví ikki eg, líka so væl sum onkur annar.” Men tað var fyrstu ferð, at eg hugsaði tað. Áðrenn læknin segði mær tað, hevði eg slett ikki hugsað, at tað kundi vera eg. Eg helt slett ikki, at tað kundi vera krabbameinur, sigur Saloma.
 
Jólini
Familjan hjá Salomu plagar altíð at eta ræstan fisk heima hjá foreldrunum 23. desember. So tá Saloma skuldi til læknan og Uni bjóðaði seg til at koma við, bað hon hann heldur fara við børnunum til foreldrini at eta ræstan fisk.
- Eg segði, at eg kundi sjálv fara til læknan, og so skuldi eg koma niðan aftaná, tí eg helt virkuliga ikki, at tað kundi vera krabbameinur.
Tá læknin hevði sagt Salomu hvussu støðan var, spurdi hann um, tey skuldu ringja eftir Una, at koyra hana heim.
- Eg segði nei. Eg vildi klára tað sjálv. Eg minnist, at tað var krapi og kalt úti, tá eg koyrdi niðan, men eg minnist ikki hvussu eg kom heim.
Saloma fór ikki heim til foreldrini, men koyrdi beint heim.
- So byrjaðu tey at ringja, at vita hvar eg bleiv av. Eg tók ikki telefonina. Eg tonkti, “nei, eg tími ikki at taka telefonina.” Men maðurin og foreldrini komu heim til hennara.
- Tey troystaðu meg. Eg fekk ongantíð sagt, at tað var krabbameinur, tað vistu tey. Tá bleiv alt líkasum ræðuliga gyseligt í fyrstuni, í okkurt sum ein tíma. Men ræðuliga skjótt, hugsaði eg: “Nei, hundans tíð. Eg skal klára hetta, og eg skal ikki oyðileggja jólini av hesum.”
- Heima hjá okkum pynta vit altíð jólatræið 23. desember. So eg spurdi Vivian, sum var 17 ár, um hon og Zakaris, sum var 4 ár, ikki skuldu fara at pynta jólatræið.
- Eg kláraði ikki at hyggja eftir teimum, meðan tey pyntaðu jólatræið. Eg mátti gera okkurt annað. Eg fór at gera reint til jóla. Eg gekk og hugsaði meðan tey pyntaðu træið: “Verið eg við til at pynta jólatræið næsta ár?”. Tað var ræðuliga sterkt fyri meg. Eg royndi at ganga aðrasteðs í húsinum, tí tey vóru í stovuni, og eg vildi ikki, at tey skuldu síggja meg so kedda og síggja, at eg græt.
- Eg hugsaði ikki um nakað annað øll jólini. Men kortini hugsaði eg eisini “Saloma, tú hevur so nógv at liva fyri. Tú skalt nokk klára teg ígjøgnum hetta.”
Jóladagarnar skuldi Saloma gera av, um hon vildi taka alt bróstið, ella um hon skuldi skerast rundanum. Men hon og Uni avgjørdu beinanvegin, at alt bróstið skuldi takast.
- Eg vildi gjarna hava alt burtur, tí eg føldi tað, sum eg tók eina risiko, um eg ikki tók alt.
Saloma skuldi møta á sjúkrahúsinum tíðliga triðja jóladag og geva svar, um hon vildi taka alt bróstið. Síðan slapp hon heim, og møtti fastandi fjórða jólamorgun. Tá fór hon undir skurð og fekk tikið alt bróstið umframt øtlar undir arminum, fyri at kanna um sjúkan hevði breitt seg.
- Í januar fekk eg svar uppá, at sjúkan ikki hevði breitt seg. Tað styrkti meg, at fáa at vita tað.
 
Hørð viðgerð
Síðan fekk Saloma kemoviðgerð triðju hvørja viku í eitt hálvt ár. Hon fekk viðgerð á Landssjúkrahúsinum, og var glað fyri, at kunna fáa viðgerð í Føroyum.
Meðan hon var í viðgerð flutti Saloma við allari familjuni heim til hennara foreldur, sum høvdu eini stór hús.
- Eg hevði nógv vaml og spýði illa av viðgerðini, og toldi hana illa. Tað var serliga ringt ta fyrstu ferðina. Men annars gekk tað rímiliga væl við viðgerðini.
Sjálvt um sjálv viðgerðin gekk væl, upplivdi Saloma fleiri hjáárin.
- Eg misti hárið og leið ræðuliga nógv av munnsári og føldi tað, sum eg var altíð tyst, og mátti alla tíðina drekka vatn.
- Tað var ræðuliga ringt at missa hárið. Heilt ræðuliga ringt. Kanska tí eg altíð havi verið eitt sindur stolt. Aftaná eini 11 dagar, byrjaði eg at kunna hála hárið av. Eg hevði langt hár, men beinanveg aftaná ta fyrstu viðgerðina, klipti eg tað heilt stutt. Tá eg byrjaði at kunna hála hárið av, trimmaði systir mín tað, og so brúkti eg turriklæði.
Saloma fekk viðgerð í eitt hálvt ár, og skal ganga til kontroll í 10 ár.
 
Var positiv
Saloma heldur at fólk vóru sera vinarlig, tá tey hoyrdu at hon var blivin sjúk. Til dømis komu nógv at vitja hana og hon fekk blómur og brøv. Men í fyrstuni kláraði hon ikki at tosa um sjúkuna, og um onkur spurdi hana, fór hon ofta at gráta. Eftir eina tíð gekk tó betri.
- Tá fólk spurdu hvussu eg hevði tað, so segði eg, at eg hevði tað virkuliga gott. Og eg hevði tað eisini gott. Eg minnist, at læknin segði við meg, “veitst tú hvat? Vit kunnu gera helvtina fyri teg, men tú mást gera helvtina sjálv.” So spurdi eg, “hvat meinar tú við, hvat skal eg gera?” Hann segði, at eg skuldi vera positiv, og eg haldi sjálv at eg var positiv.
Men onkuntíð hugsaði Saloma um, at hon kanska fór at doyggja.
- Sum oftast skúgvaði eg tað til síðis. Tá hugsaði eg, “Nei, Saloma, tak teg saman, tú skalt nokk klára hetta her.” Eg tonkti, at eg skal í hvørt fall gera mítt. So eg gekk túr hvønn tann einasta dag. Tað tú kanst gera, er at røra teg og at hugsa yvir, hvat tú etur.
- Men sjálvandi mátti eg onkuntíð hugsa tað ígjøgnum. Tá hugsaði eg mest um Zakaris, hann var blivin fimm ár. Vivian var blivin so stór, hon fylti 18 meðan eg var í viðgerð. Eg tonkti, at hon og Uni høvdu væl klára seg uttan meg. Men eg føldi, at Zakaris hevði ikki klára seg uttan meg, tað var tað ringasta.
 
Ríkari
- Nú eri eg komin so langt, at eg føli, at eg eri blivin ríkari av hesum. Eg hevði ikki vilja verið upplivilsið fyri uttan, men eg vil heldur ikki uppliva tað aftur.
- Hetta hevur haft positiva ávirkan á mítt lív. Eg haldi, at eg virðismeti lívið meira. Eg føli, at eg steðgi meira á, og at lívið fer ikki bara framvið mær. Eg hugsi um, hvussu gott alt er, eg síggi ljósari uppá tað heila, og gevi mær tíð til nøkur ting, sum eg ikki gjørdi áðrenn. Til dømis geri eg onkur ting saman við Zakaris, sum eg kanska ikki hevði gjørt, um eg ikki hevði upplivað hetta.
Áðrenn hon bleiv sjúk, arbeiddi Saloma á skrivstovu í 19 ár. Hálvanannan mánað eftir at viðgerðin var liðug, byrjaði hon at arbeiða hálva tíð. Fyri trimum árum síðani valdi hon at fara í farloyvi í eitt ár, men hon avgjørdi ikki at byrja aftur. Nú arbeiðir hon heima, við bókhaldinum hjá Una, sum er málarameistari.
- Eg eri so glað fyri, at eg havi tikið avgerðina, at vera heima og hava meira tíð. Eg síggi ikki nakað negativt í at vera úti, men tað er soleiðis, eg havi valt at prioritera mítt lív.
- Eg hugsi onkuntíð um, at eg havi haft krabbamein. Eg biði altíð eftir, at eg ongantíð skal blíva sjúk aftur og takki fyri, at eg eri blivin frísk. Tað vil altíð vera har, men tað er ikki nakað, sum fyllir gerandisdagin hjá mær.
- Onkuntíð eri eg eri bangin fyri, at eg kann blíva sjúk aftur, men tankin er fjarari og fjarari. Men eg kanni altíð bróstið. Tey siga, at man skal kanna bróstini einaferð um mánaðin aftaná menstruatiónina. Og tað geri eg. Tá eg fann mín knút, fann eg hann undir brúsuni, meðan eg vaskaði mær. Tá kannaði eg meg slett ikki.
 
Á køliskápinum hevur Saloma ein seðil við orðunum:
Hygg við tøkk aftureftir,
hygg við vón frameftir,
hygg við kærleika til síðuna,
hygg við trúgv uppeftir.
- Hatta dámar mær øðiliga væl, eg hyggi eftir tí hvønn dag, og royni at liva mítt lív eftir hesum. 
 
 
 
Fakta:
 
Saloma Zachariasen er 40 ár.
Hon býr í Hoyvík saman við manninum Una, soninum Zakaris, sum er 11 ár, og soni Una Hanus, sum er 20 ár.
Tá hon bleiv sjúk búði dóttir Una Vivian, sum nú er 24 ár, hjá teimum.