Brævið, sum er sent Sámal P. í Grund, landsstýrismanni.
Vit hava fingið lógaruppskot tykkara dagfest ávikavist 23.09.1997 og 02.10.1997.
Hóast skotbráið sum vit hava fingið at gera viðmerkingar til nevnda uppskot er nakað stutt, hava vit kannað nevnda uppskot, og serliga tær avleiðingar, sum lógin við tí orðing sum uppskotið hevur, vildi havt fyri limir okkara og felagið.
Vit skulu beinanvegin gera vart við, at tað er sera hugstoytt, at tit nú senda okkum fullfíggjað lógaruppskot aftaná, at vit fyrst á fundi í landsstýrinum fingu greiða ábending um, at ongar privatiseringar fóru at verða gjørdar, uttan so at starvsfólki var við í arbeiðinum at gera uppskot til slíkar privatiseringar, og at tit seinni á fundi hava boðað okkum frá, at fleag okkara skuldi vera við í arbeiðinum við at gera uppskot til møguligar broytingar á postflutningsøkinum, og at vit skuldu vera við frá byrjan, soleiðis at »arkið skuldi vera blankt«, tá vit komu við í hetta arbeiði, sum tit søgdu.
Hetta, at vit fyrst fáa tilsøgn um at vera við at gera møguligar broytingar í lógarverkinum, sum hevur við postflutning at gera, og so fáa eitt fullfíggjað lógaruppskot, sum fullkomiliga fer at endavenda øllum postflutningsmynstrinum taka vit sum eitt sera álvarsligt álitisbrot.
Enn meira óskiljandi er framferð tykkara, tá vit á fundi tann 22.09.1997 handaðu tykkum skrivligu viðmerkingar okkara, men kortini dagin eftir fáa fyrsta fullfíggjaða lógaruppskot tykkara til kunningar.
Viðvíkjandi lógaruppskotinum sum tit hava sent okkum skulu vit fyrst boða frá, at hetta uppskot rættiliga hevur loypt hvøkk á bæði felag okkara og ikki minst limirnar, og vit skulu gera greitt, at vit meta hetta uppskot sum eina beinleiðis provokatión ella krígsavbjóðing umframt, at hetta helst er størsta hóttan móti rættindunum hjá einum ávísum løntakarabólki og fakfelag teirra, sum vit nakrantíð hava sæð í allari fakfelagssøgu okkara.
Lógaruppskotið leggur upp til, at einkarrætturin verður avtikin, og at landsstýrismaðurin kann veita privatum virkjum konsessión til at reka postflutning innan ávís øki, umframt at landsstýrismaðurin eisini sambært uppskotinum skal hava heimild at skapa fría kapping innan ávísar partar av postflutninginum, sum uppskotið til sjálvan lógartekstin sigur, meðan viðmerkingarnar siga, at alt postflutningsøkið sambært uppskotinum kann gerast frítt.
Føroya Postfelag og limir okkara fara undir ongum umstøðum at góðtaka at slíkt lógaruppskot verður lagt fyri tingið, uttan at limir okkara samstundis, við lóg, verða tryggjaðir starvsrættindi síni.
Vit undrast á, at hvørki lógaruppskot tykkara ella viðmerkingarnar til hetta uppskot gretta orð um starvsrættindini hjá teimum starvsfólkum, sum í dag starvast innan Postverk Føroya, og sum fullkomuliga verða slept upp á fjall um lógaruppskot tykkara verður samtykt í løgtinginum. Hetta er ein so grov háðan móti limum okkara, at vit ikki hava orð fyri tí, og varðin sum tit koma at seta, um hetta uppskot verður lóg, halda vit hvørki verður tykkum ella løgtinginum til sóma.
Um tit leggja fyri tingið verandi uppskot til nýggja postlóg, so fer hetta at skapa fullkomnan ruðuleika, og vit vóna at tit síggja tær óhugnaligu avleiðingar, sum hetta fer at fáa fyri starvsfólkið sum starvast innan postflutning.
Einki er, sum forðar løgtinginum í við lóg at tryggja limum okkara starvsrættindi síni, og tá tygum sum landsstýrismaður við uppskotinum um at gera lógarheimild fyri at veita konsessión og at gera øki frí til kapping so at siga taka alt grundarlagið undan starvsrættindunum hjá limum okkara og postfelagnum, so kunnu vit, sum tit helst skilja, ikki sita hendur í favn, men krevja, at tygum við lóg tryggja limum okkara starvsrættindi teirra.
Løgfrøðiliga er tað eisini ivasamt, um landsstýrið við slíkari lóg hevur heimild í veruleikanum at gera til einkis galdandi sáttmála fyri tey fólk sum starvast innan postflutning, tí sáttmálin er sjálvsagt ikki annað enn eitt eiti, um landsstýrið við slíkari lóg tekur alt grundarlag undan starvsrættindunum hjá limum okkara.
Vit skulu tí við hesum boða frá, at vit taka hetta mál í slíkum álvara, at nevndin hevur avgjørt, at um tit ikki skrivliga innan 6 dagar hava givið okkum greiða váttan um, at tit vilja eftirlíka áheitan okkara, um við lógaráseting at tryggja limum okkara starvsrættindi teirra, so fara vit at umhugsa hvørji tiltøk vit kunnu seta í verk fyri at verja rættindini hjá limum okkara.
Vit vóna kortini, at landsstýrið er sinnað at medvirka til at starvsrættindini hjá limum okkara verða tryggjað, og at vit sostatt sleppa undan frammanfyri nevndu tiltøkum.
Vinarliga
Føroya Postfelag