Yvirræðið yvir Føroyum

Spurningurin um framtíð Føroya verður svaraður í løgtingsvalinum í vár, men hjálandastøða okkara ger, at tá tað snýr seg um yvirræðið yvir Føroyum stendur stríðið ikki bara heima á landi.

 

Nei, tað stendur eisini á danatingi, og tí skal Tjóðveldisflokkurin í Fólkatingið.

Tí, har sum tingast verður bæði opið og aftan hurðarbak um yvirræðið yvir Føroyum, har má Tjóðveldisflokkurin manna pall í stríðnum at verja og vinna ræði føroyinga yvir Føroyum. Tað er jú fremsta mál Tjóðveldisfloksins.

Tí hevur Tjóðveldisflokkurin átrokandi ørindi á røðarapall Fólkatingsins, har høviskliga at tala Føroya frælsis sak, har høviskliga og klókt at bera fram tað væl undirbygda kravið um fulla viðurkenning av tjóðarrættindum og harvið sjálvsavgerðarrætti okkara

Tí seta frælsishugaðir føroyingar x við E.