Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, avvísir, at brúgvin um Sandá er klár at taka í brúk.
Tað ger hann eftir, at Miðlahúsið í gjár bar tíðindini, at Sjúrður Olsen, nevndarlimur í bygginevndini fyri brúnna, og fólk, ið hava við byggingina at gera, at brúgvin er klár at taka í brúk.
- Brúgvin er klár at taka í brúk í dag. Tað er Heðin Mortensen, ið avgerð nær hon verður tikin í brúk, og eg skilji ikki, hví tað ikki er gjørt enn, segði Sjúrður Olsen við in.fo í gjár.
Tá in.fo fekk orðið á Heðin Mortensen í dag, avvísti hann, at brúgvin er klár.
- Har er ymiskt, ið skal gerast enn. Kommunan fer undir ongum umstøður at undirskriva eitt skjal um yvirtøku av brúnni, fyrr enn alt er liðugt. Um vit gera tað, so kunnu vit risikera, at tað arbeiði, ið manglar, ikki verður gjørt liðugt, tí byggifyritøkurnar kunnu vísa á, at vit hava yvirtikið brúnna.
Fundur verður millum partarnar í dag um støðuna, og sambært borgarstjóranum, so mugu íbúgvarnir í høvuðsstaðnum bíða í nakrar dagar aftrat.
- Vit stíla eftir, at brúgvin verður yvirtikin og tikin í brúk um tvær vikur, sigur borgarstjórin.