Yvirtaka ta rúmligu kirkjuna

Jóannes Eidesgaard metir, at kirkjan skal verða rúmlig og savnandi. Hann ivast tó í, um løgmaður skal hava sama leiklut í kirkjuni sum danski monarkurin

FÓLKAKIRKJAN




- Semjan millum politisku skipanina og kirkjuliga landslagið í Føroyum um ikki at fremja broytingar í sambandi við yvirtøkuna hevur helst verið orsøkin til, at almenna orðaskiftið um kirkjuna hevur verið tamt. Vit hava áður sæð, eitt nú á skúlaøkinum, at orðaskiftið gerst bæði livandi og viðkomandi, tá ið ábyrgdin fyri einum málsøki er okkara.

Hetta segði løgmaður á hátíðarhaldinum í Norðurlandahúsinum.

Hann segði seg vænta, at í komandi samgongum verður helst havt í huga, um avvarðandi landsstýrismaður er limur í Fólkakirkjuni, hóast hetta sambært stýrisskipanini ikki ber til at lógarfesta.


Ikki sama leiklut sum drotningin


Hinvegin segði Jóannes Eidesgaard seg ivast í, um tað er rætt, at tann grundlógartryggjaða støðan hjá danska monarkinum sum yvirhøvd í donsku kirkjuni skal flytast inn í føroyskt lógarsmíð. Hann vísti á, at kirkjan helst skal skipa síni viðurskifti sjálv.

- Havandi í huga, at landsstýrismaðurin í mentamálum – og í ávísan mun løgmaður – skulu umsita kirkjuligu lóggávuna í neyvum samráð við og hoyring av kirkjuligum pørtum, ivist eg í, um tað er rætt at flyta eitt søguliga treytað danskt grundlógarkrav um støðuna hjá monarkinum í eina nútíðar føroyska kirkjulóggávu. Hvørki landsstýrismaðurin ella løgmaður verða, og teir skulu heldur ikki verða, ein ovasti kirkjuligur leiðari, ið skal gera av trúar- og læruspurningar, segði løgmaður.


Fyri øll


At enda segði løgmaður, at kirkjan í øldir hevur verið ein súla undir samfelagnum og eitt friðskjól, har føroyingar stillførir kundu rækja sítt trúarlív.

- Fólkakirkjan hevur verið rúmlig og átt pláss fyri øllum. Tað er ta rúmligu fólkakirkjuna, ið vit nú hava flutt undir føroyskt málsræði. Mín vón er, at kirkjan framhaldandi fer at hava orku og dirvi at boða kristna boðskapin á ein livandi, viðkomandi og tíðarhóskandi hátt. Verður boðanarfrælsið nýtt til at spíska boðskapin, bjóða okkum av, eggja okkum til, seta spurnartekn við okkara sjálvgóðsku og regluliga minna okkum – kanska serliga okkum, ið sita í valdum umboði – á okkara skyldur mótvegis okkara medmenniskjum, fáa vit eina spennandi fólkakirkju, segði Jóannes Eidesgaard í sínari røðu.