Crystal Palace-leikarin, Wilfried Zaha hevur spælt sín seinasta landsdyst fyri Ongland. 24 ára gamli Wilfried Zaha hevur fingið loyvið at skifta landslið. Framyvir fer Wilfried Zaha at umboða Fílabeinsstrondina.
Wilfried Zaha er føddur í afrikanska landinum, men flutti til Onglands, sum fýra ára gamal. Hann valdi at spæla fyri Ongland, men hann hevur bert fingið møguleikan í tveimum venjingardystum hjá enska landsliðnum. Teir vóru ímóti Svøríki í 2012, og ímóti Skotlandi í 2013.
Av tí, at Wilfried Zaha ikki hevur spælt fyri Onglandi í einum HM- ella einum EM-undankappingardysti, ella í einum EM- ella HM-endaspælið er tað møguligt at skifta landslið. Um ein spælari bert hevur spælt U21 landsdystir ella venjingardystir fyri eitt land, so er møguligt at skifta til eitt annað land, um spælarin also hevur røtur og uppruna í tí landinum.
Landsliðsskiftið ger, at Crystal Palace ikki hevur Wilfried Zaha tøkan í fimm vikur, tí Wilfried Zaha skal við Fílabeinsstrondini til Africa Nations Cup, sum verður í Gabon, dagarnar frá 14. januar til 5. februar.