Hóast ungi finalisturin hjá Blachman fríggjakvøldið reyk út úr kappingini, so hevur hon ikki mist vónina um at gerast ein kend songkvinna í Danmark. Hon fer nú undir at gera eitt staklag, og Blachman hevur játtað at hjálpa henni, hóast X-Factor samstarvið nú er steðgað.
Hon var ein av favorittunum til at vinna ársins X-Factor. Og tí vóru tað eisini nógv, sum gjørdist sera bilsin, tá ið 16 ára gamla Zaina endaði í vandabólkinum, og síðani varð send til hús av Anne Linnet.
- Eg haldi tað var taktikkur hjá Anne Linnet, sigur Zaina við heimasíðuna hjá DR.
Hon vísir á, at Anne Linnet mótsegði sær sjálvum, tí hon gav hyggjarunum og ikki sær sjálvum ábyrgdina av, at Zaina varð send til hús. Men Zaina heldur, at Anne Linnet tí átti at sent Jonas heim, tí hann hevur verið í vandabólkinum tvær ferðir.
Zaina sigur við heimasíðuna hjá DR, at hon og Blachman fara undir at gera eitt lag skjótast gjørligt.