Zakarias fer at røða á føroyskum á Fólkatingi

Verður Zakarias Wang valdur á Fólkating, fer hann at umboða Føroyar á ein heilt serligan og øðrvísi hátt, enn aðrir føroyskir fólkatingsmenn

Verður Zakarias Wang valdur á Fólkating, fer hann at umboða Føroyar á ein heilt serligan og øðrvísi hátt, enn aðrir føroyskir fólkatingsmenn

 

Zakarias Wang, sum er valevni uttanflokkalistans til komandi fólkatingsval, tekur útgangsstøði í, at Føroya fólk á fólkaatkvøðuni í 1946 vrakaði uppskotið frá donsku stjórnini um innliman í Danmarkar ríki.

 

– Vit tóku heldur ikki undir við at hava umboð á danatingi ella at fáa pening úr Danmørk, sigur Zakarias Wang.

 

– Tingmenninir Antinis Sørensen, Dánjal Petur Jacobsen, Fríðrikur Bláhamar, Hans Pauli Klein, Jákup í Jákupsstovu, Jógvan Frederik Kjølbro, Pauli Dahl, Poul Petersen, Rasmus Rasmussen, Rikard Long, Sámal Ellefsen og Thorstein Petersen, sum vóru meiriluti tingsins, fóru undir at seta vilja okkara í verk. Hesir tingmenn eru fremstu hetjur í søgu okkara, heldur hann.

 

– Uttan nakra sum helst heimild forðaði danska stjórnin teimum at útinna hetta bragd. Tann skylda, sum nú liggur á okkum, er at fullføra tað, sum hesir undangongumenn vóru farnir í holt við.

 

– Uttanflokkalistin til fólkatingsvalið vil átaka sær hesa skyldu.

 

Zakarias Wang viðgongur tó, at vit enn noyðast at lata okkum lynda at hava umboð á danatingi.

 

– Stillar eingin upp, ella fer eingin á val, so kunnu ørindasveinar donsku stjórnarinnar, eins og í september 1953, avlýsa valið og sita við danskari løn í fýra ár afturat, sigur Zakarias Wang og leggur afturat:

 

– Okkara umboð á danatingi fer tí

 

1. At krevja at ríki okkara fær eina stjórn, sum er javnbjóðis við stjórn Danmarkar.

 

2. Í samsvari við samtykt Føroya fólks í 1946 at sýta fyri at taka við danskari løn.

 

3. Eins og Thorstein Petersen ikki geva nakað hátíðarligt lyfti um at halda donsku stjórnarskránna.

 

4. At røða á føroyskum á danatingi.