Zalgiris veðurfastir í Danmark

Møguleiki er fyri, at mótstøðuliðið hjá KÍ ikki megnar at koma til Føroya tíðs nokk til dystin í annaðkvøld.

Mótstøðuliðið hjá KÍ í Europa League eru komnir í tíðarneyð, nú SAS hevur avlýst túrin upp til Føroya í dag.

 

Sum In.fo skilir, skuldi Zalgiris koma til Føroya við danska flogfelagnum SAS í dag, men sambært heimasíðunum hjá bæði SAS og Vága Floghavn, er flogfarið avlýst.

 

Hetta kemur illa við hjá Zalgiris, tí hetta kann í síðsta enda føra til, at KÍ vinnur dystin, uttan at spæla hann.

 

Reglurnar hjá UEFA siga, at liðini skulu møta í landinum í seinasta lagi 24 tímar áðrenn dyst.

 

Tummas Lervig, formaður í KÍ, hevði ikki frætt nakað frá liðnum, og kundi tí ikki váttað tíðindini.