Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, saman við norska forsætisráðharranum Jonas Gahr Støre og svenska forsætisráðharranum á tokferðini frá Medyka í Póllandi til Kiev, mánadagin 23. februar 2026. (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanxpi)

Zelensky á árs­deg­num: Put­in hev­ur ikki megn­að at knúst ukrainar

Ukrainar fara at gera alt fyri at fáa frið, sigur forsetin í landinum á fýra ára degnum fyri innrásina hjá Russlandi.

Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, saman við norska forsætisráðharranum Jonas Gahr Støre og svenska forsætisráðharranum á tokferðini frá Medyka í Póllandi til Kiev, mánadagin 23. februar 2026. (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanxpi)

Russiski forsetin hevur ikki rokkið sínum málum við innrásini í Ukraina, og tað hevur ikki eydnast honum at bróta niður ukrainska fólkið.

Tað sigur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky, í eini videorøðu á fýra ára degnum fyri russisku innrásina, sambært Reuters.

- Putin hevur ikki nátt sínum málum. Hann hevur ikki knúst ukrainska fólkið. Hann hevur ikki vunnið hetta stríðið, sigur Zelensky.

- Vit hava varðveitt Ukraina, og vit fara at gera alt fyri at fáa frið. Og fyri at tryggja rættvísi, heldur tað fram.

Á ársdegnum fyri innrásina vitja fleiri vesturlendskir leiðarar ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv - teirra millum Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar og forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen.

 

##med2##

 

/Ritzau/

 

 

Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, saman við norska forsætisráðharranum Jonas Gahr Støre og svenska forsætisráðharranum á tokferðini frá Medyka í Póllandi til Kiev, mánadagin 23. februar 2026. (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanxpi)

Ukrainska uttanríkisráðharranum, Andrii Sybiha, tekur ímóti Mette Frederiksen, tá hon kemur til Kiev í Ukraina, í morgun. Tað eru fýra ár liðin, síðani Russland hersetti Ukraina. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix