Zelenskyj: - Rakettirnar kunnu gerast uppi

Í samrøðu við ukrainskt sjónvarp í kvøld segði forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at ein møguleiki er, at ætlaði amerikanski hjálparpakkin verður veittur Ukraina sum lán.

- Vit eru opin fyri øllum. Tað týdningarmesta er, at hjálpin kemur - jú fyrr, tess betur, sigur forsetin.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, ávarar nú um, at rakettirnar hjá herinum kunnu gerast uppi, um russisku álopini halda fram við somu øði sum nú.

 

- Um russiski herurin heldur fram við álopunum á sama hátt, sum seinasta mánaðin, kann tað henda, at rakettirnar hjá okkum gerast uppi, sigur forsetin í samrøðu við ukrainskt sjónvarp í kvøld.

 

Seinastu tíðina hevur Russland lopið á Ukraina við bumbum, rakettum og dronum, sum hava regnað yvir landið. Samstundis hevur Ukraina leingi gjørt vart við, at landinum tørvar lóður og loftverju.

 

Bæði Nato og ES royna at veksa um sína vápnaframleiðslu, soleiðis at Ukraina kann fáa fleiri vápn í stríðnum móti russiska hersetingarvaldinum, men hetta tekur tíð.

 

At so amerikanska stjórnin heldur ikki megnar at samtykkja ætlaða hjálparpakkan á 66 milliardir dollarar, ger ikki støðuna hjá Ukraina betri.

 

Í leygarkvøldssamrøðuni segði ukrainski forsetin, at ein møguleiki er, at amerikanski hjálparpakkin verður veittur Ukraina sum lán.

 

- Vit eru opin fyri øllum møguleikum. Tað týdningarmesta er, at hjálpin kemur - jú fyrr, tess betur, segði Volodymyr Zelenskyj í samrøðuni við ukrainskt sjónvarp í kvøld.

 

Forsetin legði aftrat, at ukrainski herurin hevur ikki nóg mikið av vápnum til at fremja mótálop á russisku deildirnar í landinum.

 

 

 

- Vit eru opin fyri øllum. Tað týdningarmesta er, at hjálpin kemur - jú fyrr, tess betur, sigur forsetin.