Zelenskyj:- Vóni friðarsamráðingar til heystar

Í einari røðu til ukrainskar diplomatar segði ukrainski forsetin, at arbeitt verður við hesum.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur seg vóna, at friðarsamráðingar kunnu verða til heystar. 

 

Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag.

 

Í einari røðu til ukrainskar diplomatar segði Volodymyr Zelenskyj, at arbeitt verður við hesum.

 

Hann segði tó einki um, á hvønn hátt arbeitt verður fyri, at friðarsamráðingar kunnu haldast.

 

Ukrainski forsetin helt tó fyri, at samrøðurnar, sum í hesi vikuni eru í Saudi Arabia, ganga ímóti hesum máli.