Zlatan hitar upp til Føroya-túrin við meti

Svenski stórspælarin, Zlatan Ibrahimovic skrivaði søgu í Champions League ígjár. Hann er einasti spælarin í Champions League, sum hevur spælt fyri seks ymisk feløg í tí stóru europeisku fótbóltskappingini

Fríggjakvøldið 12. oktober kann hann upplivast á Tórsvølli í Havn, tá Før­oyar og Svøríki spæla. Lítið er at ivast í, at nógvir føroyingar gleða seg til at síggja innflytaradreingin úr Malmö, sum er við at gerast tann størsta svenska fótbóltsstjørnan nakr­an­tíð. Zlatan Ibrahimovic skriv­aði søgu longu tá Champions League-dysturin millum felag hans­ara, Paris Saint Germain og Dynamo Kiev var bríkslaður í gongd í gjárakvøldið. Tí tá var hann tann fyrsti fótbóltsspælarin nakran­tíð, sum hevði spælt við seks ymiskum evropeiskum fótbólts­fel­øg­um í heims­ins best umtóktu fótbólts­kapp­ing, Champions League. Paris Saint Germain vann dystin trygt við fýra málum ímóti einum.

Feløg við
evropeiskum sigrum
Feløgini Zlatan Ibrahimovic hevur umboðað hava øll antin vunnið eina evropeiska kapping fyri felagslið, uttan barndómsfelagið, Malmö FF, sum tó var í Champions Cup final­uni í 1979, tá teir taptu 0-1 ímóti tá­ver­andi enska stórfelagnum, Nottingham Forest. Zlatan hevur um­boð­að Ajax, Inter Milan, FC Barcelona og AC Milan, sum øll hava verið evropeiskir meistarar gjøgn­um tíðirnar. Nú umboðar Zlatan so franska høvuðsstaðarliðið, Paris Saint Germain, sum vann evro­peisku kappingina fyri steypa­vinn­arar í 1996, tá teir vunnu 1-0 á Rapid Wien úr Eysturríki. Og longu aftaná 19 minuttirs spæl ímóti Dynamo Kiev í gjárakvøldið skoraði Zlatan Ibrahimovic fyri enn eitt felag í Champ­ions League kappingini. Zlatan hevur nú skotið 29 mál í 87 Champions League dystum fyri feløg­ini hann higartil hevur um­boðað.

Skotið nógv mál allastaðni
Í øllum feløgum Zlatan hevur um­boðað hevur hann verið í leik­lut­inum sum málskjútti, og ofta eisini í leik­lutinum, sum maðurin, ið leggur upp til málini hjá øðrum. Tí verður hann uttan iva tann spælarin før­oyska verjan skal halda mest eyga við í dystinum ímóti Svøríki á Tórs­vølli tann 12. oktober. Zlatan um­boðaði Malmö FF, árini 1999-2001, har skoraði hann 16 mál í 40 dystum. Árini 2001-2004 umboðaði Zlatan Ajax Amsterdam, og har skoraði hann 35 mál í 74 dystum. Árini 2004-2006 skoraði Zlatan 23 mál í 70 dystum fyri Juventus. Tað gekk framúr væl í Inter Milan, árini 2006-2009, tí har skoraði Zlatan heili 57 mál í 88 dystum. 2009-2010 spældi Zlatan við FC Barcelona, og har var ofta havt á lofti, at hann ikki passaði til spælistílin hjá Barcelona. Kortini var hann ikki fyri ongum, tí hann skoraði 16 mál í 29 dystum fyri tað katalanska stórfelagið. Zlatan hevði tvey framúr væleydnaði ár í AC Milan í 2010-2012. Har eydnaðist tað svenska málrevinum at skjóta heili 42 mál í 61 dystum. Í summar skifti Zlatan til Paris Saint Germain, har hann longu hevur skotið seks mál í teimum fyrstu fimm dystunum fyri franska høvuðsstaðarfelagið.

Fyrsti landsdysturin var ímóti Føroyum
31. januar í 2001 spældi Zlatan sín fyrsta A-landsdyst ímóti júst Før­oyum í Tipshallen í Växsjö, sum er ein stór innandura fótbólts­høll, sum almenna svenska vedd­ingar­fyritøkan »Svenska Spel« hevur verið við til at fíggja. Dyst­urin millum Svøríki og Før­oyar endaði 0-0, har m.a. nú­ver­andi elsti lands­liðsmálverjin nakran­tíð, Jákup Mikkelsen vardi fyri einum brots­sparki. Zlatan hevur í 82 landsdystum skotið 33 mál fyri Svøríki, og fer hann uttan iva at liggja framvið at økja hetta talið í tí kom­andi HM-undan­kapp­ingar­dyst­inum ímóti Føroyum. Tó gekk ikki meir enn næstbest á heimavølli ímóti Kasakstan, sum svenskarar høvdu stórar trupuleikar at knógva, men ímóti dystarenda gjørdist talan um ein 2-0 heimasigur til Svøríki.

Hevur vunnið nógv
Zlatan hevur vunnið nógvan heiður sum fótbóltsspælari. Við Ajax vann hann niðurlendska meistaraheitið á tveimum sinnum, og so vann hann steypakappingina eina ferð. Upp­runaliga vann Zlatan italska meistara­heitið við Juventus í 2005 og 2006, men hesi blivu bæði strikaði orsaka av »Calciopoli« fíggjar­gøluni. Zlatan vann tó italska meistaraheiti við Inter Milan í trý ár á rað, árini 2007, 2008 og 2009. Zlatan vann eisini italska meistara­heitið við AC Milan í 2011, og er hann ein sonn legenda í Italia. Zlatan vann spanska meistaraheitið við FC Barcelona í 2010, umframt heimsmeistaraskapið fyri felagslið. Zlatan var valdur til ársins spælara í italsku Seriu A í 2008, 2009 og í 2011. Hann gjørdist toppskjútti í bestu italsku deildini í 2009 og í 2012. Zlatan hevur verið ársins fót­bólts­spælari í Svøríki heilar seks ferðir, og hann hevur verið ársins ítróttar­fólk í Svøríki á tveimum sinn­um. Tó hevur Zlatan til góðar at vinna Champions League.

Stóran týdning fyri tilflytararnar
Svenskir samfelagsfrøðingar eru rætt­iliga samdir um, at eingin til­flytari hevur havt størri týdning fyri útlendskar tilflytarar í Svøríki, enn júst Zlatan Ibrahimovic. Hann er eitt lýsandi dømi um innflytara­dreingin, sum er vorðin ein stór svensk tjóðarhetja. Zlatan vaks upp í økinum, Rosgården í Malmö, sum var rættiliga illa fyri, tá hann var barn. Hann hevur gjørt nógvar íløgur fyri at betra um ítróttar- og frí­tíðar­tilboðini í Rosgården, og har á leiðum er hann ein risastór hetja. Hendan ótrúliga mannin sleppa vit at uppliva á Tórsvølli tann 12. oktober. Tá eiga minst 5.000 fólk at verða kring leikvøllin, fyri at stuðla Før­oyum, og fyri at uppliva Zlatan Ibrahimovic.