Zlatan: Messi einki vunnið

Svenska superstjørnan, Zlatan Ibrahimovic, sum um hálvaaðru viku kann upplivast á Tórsvølli, tá Føroyar taka ímóti Svøríki í HM-undankappingini, fer nú í krovið á Messi.

 

Ibrahimovic heldur ikki, at stóra stjørnan hjá FC Barcelona og Argentina hevur uppiborið at fáa »Gylta Bóltin« í ár: – Hann hevur jú ikki vunnið nakra stóra kapping, heldur Zlatan.

 

Síðstu trý árini er Lionel Messi farin avstað við »Gylta Bóltinum«, og aftur í ár telist hann millum fremstu favorittarnar, eftir síni 73 mál fyri FC Barcelona í øllum kappingum síðsta kappingarár.

 

Zlatan Ibrahimovic heldur, at tveir av liðfeløgunum hjá Messi í FC Barcelona, Xavi og Iniesta, hava betur uppiborið at vinna heiðurin, tí teir jú hava vunnið EM í fótbólti.

 

»Gylta Bóltin« fær tann fótbóltsspælarin, ið verður kosin heimsins besti spælari, og heiðurin verður handaður tann 7. januar 2013.