Zlatan og Messi á veg til Premier League

Komandi kappingarár fara tvær stórar fótbóltspersónligheitir væntandi at verða partur av Premier League

Svenska stórstjørnan, Zlatan Ibrahimovic hevur vunnið meistaraheiti í Italia, Spania, Fraklandi, og í Niðurlondum, men hevur ongantíð spælt í ensku Premier League. Sambært blaðnum "Metro" fer Zlatan væntandi at verða partur av Premier League komandi kappingarár.

 

Metro skrivar, at tað er sannlíkt, at Zlatan verður partur av hópinum hjá Chelsea, kappingarárið 2015-16. Zlatan fer at fáa eina ársløn frá Chelsea, sum veruliga munar. Tó setur Metro ikki tal á nakra upphædd. 

 

SkySports veit at siga, at Chelsea-spælarin, Cesc Fabregas át døgurða saman við vinmanninum, Lionel Messi, sum saman við Christiano Ronaldo er størsti spælarin í altjóða fótbólti í hesi øldini. SkySports rør uppundir, at tað eru góð sannlíkindi fyri, at Lionel Messi eisini endar í Chelsea. Sambært SkySports, so eru tað bara Manchester City og núverandi felagið hjá Zlatan, Paris Saint Germain, sum kunnu kappast við Chelsea, tá tað keypur til ein keypsprís fyri Lionel Messi, sum fyri fyrstu ferð síðani dreingjaaldur kanska verður at síggja í einum øðrum fótbóltsbúna, enn búnanum hjá FC Barcelona.