Fjórðingsfinalan í Champions League í kvøld millum Paris Saint-Germain og Chelsea, er ein uppgerð millum tvey lið við ríkmonnum, sum stuðla sínum felagið við nógvum pengum.
Ríkmenn úr Quatar Investment Authority keyptu í 2011 franska høvðusstaðarliðið. Felagið hevur síðani tá brúkt áleið 2,7 milliardir krónur uppá spælarar. Ríkmannin aftanfyri Chelsea munnu tey flestu í fótbóltsheiminum kennast við. Tað er russiski Roman Abramovich, sum í 2003 keypti felagið.
Zlatan ikki til Ongland
Undan dystinum hevur Zlatan Ibrahimovic verið á tíðindafundi og sagt, at hann helst ongantíð kemur at spæla í enskum fótbólti. Hann hevur spælt í Hollandi, Italia og Spania. Hann sigur, at hann er fegin í París og væntar ikki, at felagið hevði verið sinnað at selt hann.
José Mourinho hevur gjørt franska liðið til favorittar. Høvðusorsøkin eru framherjarnir hjá felagnum. Zlatan Ibrahimovic, Edinson Cavani og Ezequiel Lavezzi kunnu allir avgera dysti á hægsta stigi metir venjarin hjá Chelsea.
Chelsea verður í kvøld uttan Samuel Eto’o, sum er skaddur. Tí verður tað helst Fernando Torres, ið kemur at byrja inni í álopinum. Eisini Ashley Cole er skaddur, men hevur ikki verið á liðnum í ein tíð.
Øðrvísi dystur í kvøld
Báðar fjórðingsfinalurnar í gjár vóru millum lið, ið spæla sera ymiskan fótbólt. Barcelona og Bayern Munchen spæla tiltikna “Tiki-Taka” fótbóltin, meðan Manchester United og serliga Atletico Madrid eru lið, ið spæla uppá kontra, ella skjótálop.
Dysturin millum PSG og Chelsea í kvøld er ikki beinleiðis ein dystur millum tveir mótsetningar, men á pappírinum tykist PSG hava sterkaru nøvnini í álopspartinum. Tí er møguligt, at Chelsea kemur at spæla meiri verjukent og upp á skjótálop, eins og teir gjørdu, tá teir vunnu á Manchester City í Premier League.
Stórsmílandi Chelsea spælarin á myndarøðini er Cesar Azpilicueta. Orsøkin til stóra smílið er, at hann er júst vorin pápi eini gentu.
Champions League – Fjórðingsfinalir:
Í dag:
PSG – Chelsea (19:45)
Real Madrid – Borussia Dortmund (19:45)
Í gjár:
Barcelona – Atletico Madrid 1-1 (0-0)
0-1 Diego, 56
1-1 Neymar, 74
Manchester United – Bayern Munchen 1-1 (0-0)
1-0 Nemanja Vidic, 58
1-1 Bastian Schweinsteiger, 67