Sáttmálaskeiðið hjá Zuma rennur út á sumri í 2004, og tey flestu hava væntað, at FCK fór at selja vandamikla áleyparan í summar fyri at fáa nakað av peningi fyri leikaran.
? Tað er heilt avgjørt ein góður møguleiki fyri, at Zuma leingir sáttmálan, um hann fær tað rætta tilboðið, sigur umboðsmaður hansara, Gary Blumberg.
Fleiri evropeisk stórlið hava sýnt áhuga í suðurafrikanska leikaranum, og tí var ikki væntandi, at hann vildi halda fram í FCK. Men nú er líkt til, at hann hevur kúvent í málinum.