hevði StÍF vunnið. Serliga í fyrra av hesum báðum dystunum, sum báðir vóru í Vestmanna, hevði verið stórur munur á liðunum, meðan tað var javnari í tí seinna. Í fjórða dystinum í hesum kappingarárinum millum [...] Müller átti sín stóra part í sigrinum hjá VÍF. Hann byrjaði við at taka eitt brotskast longu í fyrsta álopinum í dystinum, og seinni í fyrra hálvleiki tók hann tvey á rað. Í hinum endanum tyktist Johan [...] Sólsker í fyrra hálvleiki ? og VÍF hevði eisini betra álopið, har serliga Áki Olsen skoraði, tá hann hevði hug. Flótandi spælið, sum strandingar hava staðið fyri í ár, kom ongantíð til sín rætt í finaluni
Føroyahúsið í Keypmannahavn hevur longu skipað fyri nógvum spennandi tiltøkum í februar, men enn er nógv eftir á skránni. Av tí ið hevur verið, kann nevnast dansur, vika við ymsum tilboðum nevnd Á Víðavangi [...] fram oljumálningar til 5. mars. Listafelagið í Keypmannahavn, sum fyriskipar, bjóðar vín og pinnamat og kórið hjá Marianne Clausen, ConBrio, syngur. Síðst í februar er talvkvøld, filmskvøld og syngið við [...] Patursson og Janus Trygvason luttaka. Leygarkvøldið spælir Eyðun Nolsøe Band til dans. Ítróttarfelagið skipar fyri dansinum og atgongdumerkini kosta 70 krónur. Avmarkað atgongd. Fullveldi í Keypmannahavn
ferðir fyrr í ár. Liðið hevur skotið 606 mál í 20 dystum, og er tað 30,3 mál í miðal pr. dyst. Um vit so hyggja eftir, hvørjir fimm hava verið raskastir at skjóta mál í 1. deild hjá monnum í ár, skulu vit [...] fleiri góðum úrslitum í ár, m.a. stórsigur á H71 í Vestmanna, og á sínum gamla »heimavølli« á Skála sunnudagin fylgdu teir væl við meginpartin av dystinum. Málmenninir vóru í miðdepulinum í høllini á Skála [...] við skaða, og hin málverjin, sum eitur Henning Jarnskor, er við fótbóltslandsliðnum í Spania. Janus Berthelsen stóð í málinum hjá strandingum og kom eftir umstøðunum væl frá uppgávuni. Hjá KÍF noyddist
sína listagrein í Føroyum. Hon fæst við at skapa úr leiri, hon er keramikari. Í Tróndargøtu í Havn rekur hon handil og verkstað, Leirlist, men vit hava hitt hana í hugnaligu húsunum í Kaldbak, sum hon [...] smílist Guðrið. Hon hevur havt leirlist sum yrki í 11 ár. Hevur lært 2 ár í Finnlandi og 2 ár í Íslandi. Alla tíðina hevur hon undirvíst við síðuna av, serliga í kreppuárunum var strævi, tí tá tók hon alt hon [...] nýtt skal ganga hond í hond. tað er undrunarvert, at t.d. somu menn, sum fara út í stakkin, eru teir somu, sum seta seg í stóru nýmótans bilarnar. Hetta er nakað heilt sermerkt í Føroyum, at hetta er júst
sína listagrein í Føroyum. Hon fæst við at skapa úr leiri, hon er keramikari. Í Tróndargøtu í Havn rekur hon handil og verkstað, Leirlist, men vit hava hitt hana í hugnaligu húsunum í Kaldbak, sum hon [...] smílist Guðrið. Hon hevur havt leirlist sum yrki í 11 ár. Hevur lært 2 ár í Finnlandi og 2 ár í Íslandi. Alla tíðina hevur hon undirvíst við síðuna av, serliga í kreppuárunum var strævi, tí tá tók hon alt hon [...] nýtt skal ganga hond í hond. tað er undrunarvert, at t.d. somu menn, sum fara út í stakkin, eru teir somu, sum seta seg í stóru nýmótans bilarnar. Hetta er nakað heilt sermerkt í Føroyum, at hetta er júst
engageraður í danska listaheiminum fyri at selja í Danmark. Eins og føroyingar ofta lata føroyskar listamenn gera arbeiðini í Føroyum eru danir eins mótvegis teirra listafólki. Tað er einki løgið í tí, heldur [...] limur í listasamtakinum Grønningen, sum sýnir fram regluliga her. Hetta er eitt av teimum best umtóktu samtøkunum í Danmark og eisini tað næstelsta. Tað er lokkandi hjá listafólki at gerast limur í Grønningen [...] hann sýndi fram. Hetta var á ólavsøku í 1974. - Eg var heppin at koma at kenna Janus Kamban tíðliga. Tá legði eg glansbíløtini á hillina, minnist Hans Pauli. - Janus gjørdi eina høvuðmynd av mær, og tað
náttúruna á sama hátt sum nú. Í vikuni hava vit sæð í sjónvarpinum frá stóru oljuvanlukkuni í Alaska, tá ið risaoljuskipið Exxon Valdez fór á land, og øll oljan lak út í sundið. Tíbetur vísti tað seg, [...] stórt tal av fólki. Men hvør er so orsøkin til hesa ræðslu. Í yrking síni, Móses á Sinaifjalli, sigur Janus soleiðis í 3. ørindi: Sum bál í stormi skulvu allar rúmdir Við Jahves veldisferð Og burðarbúnar [...] broytt innihald. Upprunaliga er dagurin til minnis um Grækaris páva 1., ið ráddi í Rom. Hann doyði 12. mars í árinum 603. Í miðøld hevur dagurin verið hildin sum javndøgursmark, og tá var serligt veitsluhald
ein av grundstuðlunum í føroyskum mentanarlívi, tá um myndlist ræður. Vit kenna mannin, sum fyrrverandi stjóra. Fyrst á Elektron og síðani í Fossbankanum. Í dag er hann formaður í Listafelag Føroya, og [...] og vit hava sett honum stevnu í snotiligu hølunum, sum felagið hevur fingið upp at standa ovarlaga í viðarlundini í Havn, nevniliga í Listaskálanum. - Eg havi altíð havt áhuga fyri list og serstakliga myndlist [...] nógv rík upplivilsi við listini og havi verið í hesum umhvørvinum alt mítt lív, sigur Helgi Fossádal, sum hevur verið limur í Listafelagnum í mong ár og sum í 1979 gjørdist nevndarlimur, tá William Heinesen
r. Sankta Vitus Søgugongdin í »Blæsende Gry« og flytingin úr einum stað í annað hava í stóran mun Vitus sum sambindingarlið. Í fyrsta kapitli skal tann nýggi presturin út í Trymsoy, og flutningsmenninir [...] útgávan er sostatt í vavi bara eina helvt av upprunaútgávuni. Um fyrstu útgávuna varð sagt, at hon var stór í dygdum og í lastum, meðan seinna útgávan bleiv øðrvísi fagnað. Eg haldi meg í høvuðsheitum til [...] um eitt drúgt ár. Í útgávuni frá 1934 er frásøgufólkið í høvuðsheitum krógvað, meðan eitt alvitandi frásøgufólk ger vart við seg á teimum fyrstu reglunum í útgávuni frá 1961. Gongdin í náttúruni og framtíðin
at vit her í Føroyum skulu verða eins frammalaga og hini norðanlondini til at útbúgva leiðarar til størstu ítróttargreinina í landinum - fótbólt. Føroyskir skeiðleiðarar Fyri fyrstu ferð í søguni hendi [...] verður skipað fyri slíkum skeiði aftur einaferð seinni í ár. FSF yvirtekur grundútbúgvingina í heyst Sum áðurnevnt, so var eisini skipað fyri venjaraskeiði í vikuskiftinum. Talan var um grundskeiðini B og C [...] føroyingar stóðu einsamallir á odda fyri slíkum skeiði, var danin, Jan Karlsen, ið situr í dómaranevndini hjá DBU í Føroyum og virkaði sum eygleiari á skeiðinum. Á skeiðinum vóru tólv luttakarar úr seks