Dagfinn Olsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Øll vita tað kanska ikki, men hann er ein av grundstuðlunum í føroyskum mentanarlívi, tá um myndlist ræður.
Vit kenna mannin, sum fyrrverandi stjóra. Fyrst á Elektron og síðani í Fossbankanum.
Í dag er hann formaður í Listafelag Føroya, og vit hava sett honum stevnu í snotiligu hølunum, sum felagið hevur fingið upp at standa ovarlaga í viðarlundini í Havn, nevniliga í Listaskálanum.
- Eg havi altíð havt áhuga fyri list og serstakliga myndlist , og eg teknaði og málaði sum ungur. Áhugin stendur til hetta og eg havi havt so nógv rík upplivilsi við listini og havi verið í hesum umhvørvinum alt mítt lív, sigur Helgi Fossádal, sum hevur verið limur í Listafelagnum í mong ár og sum í 1979 gjørdist nevndarlimur, tá William Heinesen legði frá sær.
- Endamálið hjá Listafelagnum er at menna listina. Hetta hava vit so roynt. T.d. hava vit skipað fyri árligu ólavsøkuframsýnigini, sigur Helgi Fossádal.
Síðani Listaskálin í 1990 varð skipaður sum sjálvognarfelag, hevur ein limur úr felagnum verið valdur í nevndina fyri Skálan. Helgi hevur øll árini verið í nevndini umboðandi Listafelagið og verið við til at byggja nýggja Skálan.
- Vit dugdu at síggja, at átrokandi tørvur var fyri at byggja nýggjan skála, so vit kundu vísa okkara list, tí umstøðurnar vóru sera vánaligar. Bert eitt sýningarhøli var, men ikki minst Listafelagið hevur verið við til at reisa nýggja Listaskálan, og tað var jú eisini Listafelagið, sum bygdi upprunaliga Listaskálan í sínari tíð, sigur Helgi Fossádal.
- Listafelagði hevur um 600 limir og er sjálvstøðugt felag, ið hevur til endamáls at vísa list og at vera lisitini at frama. Felagið livir av limagjaldi og inntøku frá ólavsøkuframsýningini. Allur peningurin hevur verið nýttur at keypa list fyri, sum felagið hevur givið Listaskálanum. Í síni tí vóru vit við til at keypa ognina, so vit kundu byggja Listaskálan út, og eiga vit nú ognina, sigur Helgi Fossádal og minnir á, at síðani Listaskálin varð bygdur út, er grafiskt verkstað gjørt, so føroyskir listamenn hava møguleika at arbeiða við grafiskum prenti, steinprenti, í Føroyum.
- Listafelagið hevur árliga havt eini 5 -7 listafólk, ið hava arbeitt við prenti, og hevur felagið so boðið limunum hesi fyri bíligan penga, sigur Helgi.
Stovnararnir
Tað vóru útisetar í Danmark, sum stovnaðu Listafelagið. M.a. Karsten Hoydal, Sigurð Joensen og Leivur Lützen.
- Har vóru nógvir góðir menn, men tá vit tosa um menning av lisitini, so er vert at nevna, at William Heinesen hevur havt stóran týdning fyri myndlistina, somuleiðis Janus Kamban, Hanus við Høgadalsá og Karsten Hoydal og aðrir, ið stóðu um Listafelagið og Skálan, sigur Helgi Fossádal, sum minnir á, at felagið varð stovnað í 1948 og at fyrsta myndin varð latin av H. Andersen og var hetta ?Aftur av jarðarferð? hjá Mikines.
- Hetta var spírin til Listasavn Føroya og Landsstýrið hevur árliga játtað pening til savnið, so at vit hava verið førir fyri at keypa list. Tí eiga vit so mikið, sum vit eiga í dag og játtanin er grundarlag undir savninum, sigur Helgi Fossádal, sum tó eisini nevnir gávurnar, sum savnið hevur fingið og sum eisini hava havt stóran týdning.
Savnið hevur ikki bert tær myndir, sum eru inni á savninum. Savnið eigur eisini flestu myndirnar, sum hanga runt á almennu stovnunum.
- Tað er gleðiligt, at savnið fær eina játtan, sum list kann keypast fyri, sum síðani kann hanga á almennum stovnum, so tað ikki verður ein støðug sýning, men ein, ið kann skifta, heldur Helgi Fossádal.
Avskriva list
- Eitt hjartamál hjá mær er, at eg vildi, at tað skuldi verið lættari hjá t.d. virkjum at keypa list, soleiðis, at tey kundu avskriva, eins og tey gera við innbúgv og rakstrartól. Hevði hetta verið, so hevði verið liviligari hjá listini. Hetta eigur at verða tikið uppí ein mentanarpolitikk framyvir, so virkir kunnu taka hetta yvir raksturin í nøkur ár, tí tað hoyrir til umhvørvið á eini skrivstovu, at myndlist er har og ger arbeiðsumhvørvið betri, heldur Helgi Fossádal, sum ikki skilir, at ein ljóspera á vegginum kann avskrivast, men at eitt listaverk á vegginum ikki hevur henda møguleika.
- Síðstu árini er tað hent innan listina, at keypiorkan er minkað sera nógv. Korini hjá listamonnum nú, eftir kreppuna, eru vánalig. Sváru tíðirnar gera, at fleiri listafólk ikki klára at breyðføða seg. Ikki gekk væl áðrenn, men nú ber av. Ein hugburðsbroyting er farin fram, soleiðeis, at feløg og stovnar, sum áður keyptu, nú halda aftur, sigur Helgi Fossádal, sum sigur, at lítið verður keypt av føroyskari list og hetta er orsøk til, at fleiri og fleiri av ungu listafólkunum koma ikki heimaftur til Føroya.
Stór sýning í Keypmannahavn
- Tá neyðin er, so leitar fólk aðrastaðir, men eru umstøður, so fer ein ongan veg, sigur Helgi.
- Men uppgáva okkara er eisini at vísa list uttanlands. Í fjør vóru 13 listafólk í Íslandi og 3. apríl letur ein ógvuliga stór føroysk listaframsýning upp í Keypmannahavn, á Den Fri, har eini 25 føroysk listafólk sýna fram. Listafelagið skipar fyri framsýningini, sum er opin til 18. apríl, sigur Helgi, sum ikki fjalir, at slíkar ætlanir kosta sera nógv, men við góðum stuðli letur tað seg gera, sjálvt um kostnaðurin er fleiri hundrað túsund krónur.
Listafelagið hevur øll árini lagt dent á at vísa listina uttan fyri Føroyar, hóast tað hevur verið við styttri og longri millumbilum.
Helgi vónar, at sýningin í Keypmannahavn eydnast, so haldast kann fram við at vísa føroyska list uttanlanda.
- Føroysk list er góð útflutningsvøra og er væl móttikin í Danmark t.d.. Í ár fara Tróndur Patursson og Kári Svensson til París at sýna fram. Har er tað eitt gallerí, ið tekur sær av hesum, men hetta vísir, at tá t.d. eitt gallerí tekur sær av listini, so síggja tey eisini nakað í, at føroyskir listamenn kunnu koma hægri í altjóða høpi, sigur Helgi Fossadal, sum er spentur uppá, hvat hetta kann føra við sær.
William 100 ár
Í samband við, at William Heinesen næsta ár hevði fylt hundrað ár, hevur Helgi Fossádal tikið stig til at reisa eina mynd, Williami til minnis og heiðurs, í viðarlundini í Havn.
- Eg havi, saman við Listafelagnum, tikið stig til hetta. Vit hava útvegað pening aðrastaðir til hesa standmynd, ið listamaðurin Hans Pauli Olsen hevur greitt úr hondum. Hann hevur eisini gjørt aðrar myndir, ið Listafelagið hevur staðið fyri at fáa til vega og sum prýða umhvørvið her á leið, sigur Helgi, og sigur hann, at hetta at fríðka um um-hvørvið við onkrum, so fólk kann fáa eitt gott upplivilsi, liggar hjarta hansara nær.
- Myndin til minnis um William skal standa niðan frá Niels Finsensgøtu. Býraðið ger økið klárt, og skal hetta kunna nýtast til ymisk tiltøk eisini, sigur Helgi Fossádal
Liva ikki av breyði eina
Helgi Fossadal er ikki í iva um, at tað hevur alstóran týdning, at vit fara væl um mentanina.
-Vit liva ikki av breyði eina. Vit hava tørv fyri øðrum eisini, onkrum vøkrum at hyggja at og at hugsa um. List er kanska ikki altíð vøkur, men hon hevur týdning fyri øll, sigur Helgi, sum fegnast um, at skúlarnir gera nógv av at vitja Listasavnið, tí tað er í skúlanum og í heiminum, at ein skal vekja áhuga fyri lisitini og teimum ríku upplivilsum, sum listin kann geva.
- Tað hevur stóran týdning, at fólk hevur møguleika at síggja og uppliva list. Eitt samfelag, sum ikki hevur ráð til sjúk, gomul og mentan, er eitt ógvuliga fátækt samfelag, heldur Helgi Fossádal.
Politikarar koma ikki á framsýningar
Landsins myndugleikar ætla at orða ein mentanar politikk. Hvussu er støðan hjá mentanini í løtuni?
- Tað er hugstoytt, at ein alt ov sjáldan, nærum ongantíð, sær politikarar til tær mongu framsýningar við bæði føroyskum og útlendskum listafólki, sum vit skipa fyri. Teir koma ikki, um teir verða bodnir við, sigur ein vónbrotin Helgi Fossádal.
- Tað hevur týdning at seta meira pening av til Skálan framyvir, so vit kunnu sýna meira fram. Ikki bert føroyska, men eisini útlendska list, sum vit eisini royna at gera so nógv, sum gjørligt við, tí ein skal eisini fáa íblástur uttanífrá, sigur Helgi Fossádal.
Í heyst kemur ein víðagitin listamaður til Føroya at sýna fram, hóast tað kostar almikið av peningi at stíla fyri slíkum. Talan er um K. Appel, sum er um 80 ára gamal, virkin og høgt í metum. Hann er úr Hollandi, men býr í USA.
Slíkar sýningar eru oftast í samstarvi við søvn aðrastaðir. Hevði hetta ikki verið, so gjørdist ov kostnaðarmikið og so bar ikki til.
- Tílíkar framsýningar royna vit at hava eina ella tvær ferðir árliga, sigur Helgi Fossádal.
Mentan kostar
Helgi Fossádal metir, at tað hevði verið stórt framstig, um grunnar vóru, har søkjast kundi um pening til ymisk tiltøk.
- Í Danmark eru nógvir grunnar, sum vit kunnu søkja, men teir lívga ofta bert donskum tiltøkum, men vit hava t.d. fingið nógvan pening úr Danmark til byggingina av Listaskálanum og eisini til keyp av list, sigur Helgi Fossádal.
Hann hevur tó skálkin aftanfyri oyrað, og kann ikki bara sær at minna á, at onkur hevur sagt, at tá mentan varð yvirtikin í 1948, so var hon millum fyrstu málsøkini, tí eingin roknaði við, at tað fór at kosta nakað.
- Kanska er tað tí, at danir hava sæð, at føroyingar hava latið ov lítið til listina, teir hava tikið synd í okkum, at teir hava latið føroyskum listafólki ymisk legat. Høvundar hava fingið og onnur listafólk eisini, sigur Helgi Fossádal, sum tó heldur, at danir hava roynt at latið vera við at blanda seg uppí, tí málsøkið er føroyskt, men Helgi leggur dent á, at júst tí er hetta ein uppgáva hjá føroyskum politikarum at taka sær betri av, enn higartil.
Helgi Fossádal fegnast tó um, at norðurlendskt samstarv riggar væl og nú ber ávøkst.
- Vit fáa um stutta tíð møguleika at senda tvey listafólk til onnur Norður-lond. Men vit skulu so fáa tvey hendaveg, men vit hava sera vánligar um-støður at bjóða, í mun til onnur lond. Vit hava ikki góð arbeiðshøli at bjóða teimum, so hetta mugu vit gera okkurt við, so vit eisini hava henda møgu-leika framyvir, sigur Helgi Fossádal.
Hann heldur, at føroyingar sum heild stuðla listini væl. Privat søvn eru ofta sera virðismikil og áhugin fyri ólavsøkuframsýningini er stórur og tá eru tað nógv privatfólk, ið keypa.
Helgi Fossádal heldur, at tað er løgið, at tá al-mennir og privatir bygningar verða projekteraðir, so er ofta alt við - til minstu skrúvu, men listin, hon verður gloymd.
M.a hetta eigur ein at hava í huga, tá mentanarpolitikkur skal orðast, heldur formaðurin í Listafelag Føroya, Helgi Fossádal.
Íkast til orðaskiftið
um mentapolitikk
Hetta er sætta samrøðan í eini greinarøð um ein føroyskan mentapolitikk, ið landsstýrið í samgonguskjalinum hevur sett út í kortið skal orðast við støði í mentunarálitinum frá 1996, Avmarkaður marknaður. Í samrøðum og greinum geva vit eitt íkast til orðaskiftið um ein framtíðar mentapolitikk. Komandi leygardag verður samrøða við Peter Turtschaninoff, fráfarandi stjóra í Norðurlandahúsinum.