Samanbrestir vóru millum hermenn hjá tjóðarhirðini og mótmælisfólk í amerikanska býnum Los Angeles sunnudagin.
Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
Samanbrestirnir hendu nakrar tímar eftir, at hermenninir vóru settir út í býin eftir boðum frá amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Fleiri mótmælisfólk savnaðust framman fyri einum samveldisbygningi í miðbýnum.
Her møttu teimum hermenn hjá tjóðarhirðini og starvsfólkum frá Innlendismálaráðnum, sum í felag trýstu mótmælisfólkini burtur úr bygninginum. Hetta sæst í einum video frá hendingarstaðnum sambært Reuters.
Samanbrestirnir hildu síðani fram á gøtuni nærhendis bygningin.
Sambært AFP eru eisini fráboðanir um, at løgreglan hevur brúkt piparspray og táragass móti einum lítlum bólki av mótmælisfólkum í býnum.
Ill mótmælisfólk hava seinastu dagarnar savnast í forstaðnum Paramount í Los Angeles, har mótmælisgongurnar eru harðnaðar til samanbrestir millum mótmælisfólk og løgreglufólk.
Mótmælisgongurnar koma eftir at innflytaramyndugleikarnir ICE hava handtikið 44 fólk ymsastaðni í býnum og gjørt fleiri rannsóknir. Sambært ICE vóru handtøkurnar gjørdar fyri innflytarabrot.
/Ritzau/