Sambært ukrainskum myndugleikum í nátt, fremur Russland álop á høvuðsstaðin, Kyiv.
Hernaðarumsitingin í býnum veit at siga, at ukrainska loftverjan í nátt roynir at verja seg ímóti einum russiskum álopi á býin.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur lovað hevnd fyri ukrainska álopið herfyri, sum rakti fleiri russisk stríðsflogfør.
Ukrainska álopið, sum var vent móti russiskum hernaðarflogvallum langt inni í Russlandi, var væl fyrireikað.
Um vikuskiftið hevur Russland eisini lopið á næst størsta býin í Ukraina, Kharkiv, har nøkur fólk lótu lív, og fleiri vórðu løstað.
Tað er norska kringvarpið NRK, sum ber tíðindini um, at russar aftur í nátt leypa á ukrainska høvuðsstaðin.