Føroyar hava eina óvanliga stóra favorittstøðu móti Gibraltar

Her eru oddsini upp á HM-undankappingardystin Føroyar-Gibraltar

Mynd: FSF (Hans Erik Danielsen)

Í kvøld klokkan 19.45 er sannleikans tími hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Tá er ein dystur á skránni, ið okkara mugu vinna.

 

Gibraltar, ið tapti 0-7 fyri Kroatia fríggjakvøldið vitjar á Tórsvølli, har kravið til heimaliðið í kvøld er ein sigur.

 

Føroyar hava eina óvanliga stóra favorittstøðu í kvøld hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til Føroyar liggja millum 1,22 og 1,28. 

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 5,25 og 6,01.

 

Oddsini upp á útisigur til Gibraltar liggja millum 11,00 og 15,00.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Mynd: FSF (Hans Erik Danielsen)