Ísraelski herurin biður bátin hjá Thunberg broyta kós

Ísraelski herurin er farin umborð á bátin "Madleen", sum er á veg til Gaza, siga aktivistar sambært Reuters.

Abaca/Ritzau Scanpix

Ísrael hevur biðið bátin "Madleen", sum er á veg til Gaza, um at broyta kós.

Tað upplýsti ísraelska verjumálaráðið í nátt sambært Reuters.

Samskipanin handan siglingartúrin, Freedom Flotilla Coalition, sigur, at fólk úr ísraelska herinum eru farin umborð á "Madleen".

Stutt frammanundan varð boðað frá aktivistunum, sum millum annað eru svenska Greta Thunberg, at eitt flogfar hevði flogið yvir bátin og sproytað hann við einum hvítari vætu.

"Madleen" er nú í sjónum út fyri Egyptalandi. Endamálið við túrinum er at vekja ans fyri humaniteru støðuni í Gazageiranum.

 

Ritzau/Reuters

 

 

Abaca/Ritzau Scanpix